Borðhaldið var fínt, eina løtu mundi tað gjørst ein valfundur, tá ið norðoyavargurin hjá Javnaðinum fór at sipa til sín nýggjasta leik og fekk sera góða undirtøku millum fólkið.
Maturin hjá Elisabethsa toymi var góður, men dessertin úr Se og hør stóð ikki mát við ta frálíku súpanina og kjøtrættin.
Borðhaldið vardi góðar tveir tímar, og tað er akkurát passaligt, so mikið longri tíð verður til dansin. Tey ungu løgdu fyri við Sigmundskvæði, og tað var eitt njótilsi at fáa hesa søgu sagda av nýggjum. Síðani varð Dvørgamoy kvøðin og Skrímsla. Sera góður dansur og góður vertskapur.