Sunday, November 19, 2017

Ársveitslan hjá Leikum fagurt

Í ár høvdu tey boðið Stígum fast, Klaksvíkar dansifelag og Ungum í dansi við. Tað var serstakliga stuttligt  at síggja so mong ung, sum eisini fingu rósandi orð í talunum. Men kanska eisini eina nokso tunga byrðu: dansurin er 700 ár, og nú eru tað tit sum eiga vaktina, men vónandi og væntandi er tað ein stuttleiki og ikki ein tung skylda! 23622457_1345659765555881_4374345625374586088_nTey fingu rættiliga lív í  borðhaldið.
IMG_20171118_220503
Borðhaldið var fínt, eina løtu mundi tað gjørst ein valfundur, tá ið  norðoyavargurin hjá Javnaðinum fór at sipa til sín nýggjasta leik og fekk sera góða undirtøku millum fólkið.
Maturin hjá Elisabethsa toymi var góður, men dessertin úr Se og hør stóð ikki mát við ta frálíku súpanina og kjøtrættin.
23757827_10212665142436353_1124961381_o
Borðhaldið vardi góðar tveir tímar, og tað er akkurát passaligt, so mikið longri tíð verður til dansin. Tey ungu løgdu fyri við Sigmundskvæði, og tað var eitt njótilsi at fáa hesa søgu sagda av nýggjum. Síðani varð Dvørgamoy kvøðin og Skrímsla. Sera góður dansur og góður vertskapur.
DSC01479

No comments:

Post a Comment