Sunday, September 26, 2010
Sunday, September 19, 2010
Vikuskifti í Dali nú ið heystið nærkast
Eg kom við seinasta túri fríggjakvøldið, so tað var nokso myrkt. Mánalýsi royndi at trýsta seg í gjøgnum yvir Skúvoynni. Húsavík var nokso upplýst, men í Dali var tað so, at bygdin skrímdist av Hmarsenda, sum tit síggja á hasi svørtu myndini. Leygardagin fór eg ein túr í haga, eg gekk suður á Bukkin, tey rópa. Á vegnum hitti eg tvey ross og villgæs flugu í erva. Tá ið eg kom aftur til bygdar, møtti eg Tórhild og Jóni, og so sá eg tríggjar bilar fara suðureftir - hvør við sínum viðfestisvogni. Um kvøldið komu Símun og Súsan inn á gólvið.
Sunday, September 12, 2010
Hygga Heiðrikur, tillukku!
Heiðrikur Ársins Stjørnuskot í talvi
12 Sep 10 (16:32)
Heiðrikur Tindskarð Jacobsen, varð valdur Ársins Stjørnuskot 2010, á Gallaveitsluni við Gjógv.
Telvarar atkvøddu um heiðurin.
Ungi telvarin úr Havnini hevur, í farna árinum, borðreitt við U16 FM heitinum og ikki minst einari ratingframgongd uppá heili 256 stig, sum er sjálvdan satt í talvhøpi.
Fyrr í summar glógvaði av álvara í Politiken Cup í Danmark.
Í uppskoti vóru somuleiðis unglingarnir Einar Gregersen, úr Klaksvík, Sára Traber Olsen, úr Tórshavn og Sjúrður Olsen, úr Vestmanna.
Sunday, September 5, 2010
Dansilega í Dali
Hoyggjhúsið í Rennuni/Putlhúsi er nú liðugt og er eitt satt prýði fyri bygdina.
Polli og Símin Hannus vóru eftir havhestaungum, tíverri var eg ikki har við myndatólinum, eg fekk bara myndir av Mariu, sum royndi at fáa bátin rewinan aftur.
Tey ungu í dansifeløgum kring landið vóru í Dali á dansilegu. Almennur dansur var saman við teimum frígjakvøldið. Tað var so hugaligt at síggja tey treða dansin og kvøða við hjartans lyst.