Wednesday, February 18, 2009

Grein um føstulávint í Dali úr Sosialinum

Meðan tíðin tykist fara við flestu traditiónunum, halda dalbingar fast við føstulávints mánadag Dalur er eftirhondini millum fáu bygdirnar í Føroyum, sum enn halda fast við traditiónina at sláa tunnu føstulávints mánadag. So at siga alla aðra staðni er hetta flutt til leygardag ella enntá fríggjadag undan føstulávint. - Her sláa vit enn tunnu mánadag. Byrjað verður klokkan 15, tá børnini sláa tunnu. Seinni verður so farið inn í Eiriksgarð, har tey sláa pottar ella kasta bóltar eftir borðiskum, alt eftir nú hvat liggur fyri hondini, greiðir Helga Poulsen frá. Seinni – einaferð um 17-tíðina – fara tey vaksnu so at sláa tunnu, og tað eru bæði menn og kvinnur, sum halda seg framat. Konufólkið í bygdini matger so til kvøldið, onkur syrgir fyri smyrjibreyði, onkur annar fyri køkum soleiðis, at øll koma við sínum. So hittast øll, børn og vaksin, at hugsa sær við mati og drekka, sigur Helga Poulsen. Vanligt er, at kattakongurin verður borin heim til hús, har hann bjóða eitthvørt leskiligt. Um 20-tíðina verður so farið upp á gólv at dansa føstuna inn, og hildið verður á nakað út á kvøldið, siga tær báðar Helga Poulsen og Sannelena Nolsøe, sum riggaðu til mikudagin, tá Portalurin vitjaði. © Leo Poulsen - Sosialurin

No comments:

Post a Comment