Sunday, August 19, 2012
Útisetadagur í Dali 1
Thursday, August 2, 2012
Summar í Dali
Nógv fólk var í Dali hesa vikuna, fult av fólki í Haskátrøð, fólk í Rennuni og í báðum Toppum. Og í Putlhúsi. Sjúrður og Óli eru farnir at sláa og balla, Jóannes í Stórhúsi málar, og Turið og Vitus hava enn ikki mist vónina um, at gásin skal støðast í haganum.
Thursday, July 19, 2012
Ferðavinna í Dali
Sum nevnt í seinasta bloggi hava dalsfólk okkurt at bjóða ferðafólki. Tað síðsta nýggja er, at tey byggja eitt ‘undirhús’, tað er ætlað teimum, sum eru á kampingplássinum. Har verða vesi, og so verður ein køkur og eitt uppihaldsrúm. Higartil hava hentleikarnir í Eiriksgarði verið nýttir, men tað verður betri at sleppa frá at hava Eiriksgarð tøkan til tað brúkið. Men húsið kann eisini nýtast til ungdómshús til dømis. Spennandi tiltak.
Tað er klárt at stoypa.
Wednesday, July 18, 2012
Nógv hendir í Dali
Í seinastu viku vóru yvir 20 gestir í Dali í eina heila viku. Tað var Borgný, sum var ferðaleiðari hjá hesum danska ferðaliði. Í gjár var aftur eitt ferðalag í Dali og sóu ullararbeiði og smakkaðu føroyskan mat. Jóannes í Stórhúsi greiddi frá, og dalbingar sótu við ullini.
Ung í arbeiði eru farin at frýðka um bygdina. Sjeikarnir og gebturnar Bjørt, Trina og Tórunn.
Fólk er í nógvum húsum nú á hásumri, seinni í summar (18. august) verður veitslan við burturfluttum dalbingum.