Sunday, August 19, 2012
Útisetadagur í Dali 1
Tíverri var eg ikki við til útisetadagin. Men dalssíðan hevði eitt fólk á staðnum, sum hevur givið fullan rapport. Og nógvar myndir eru tiknar. Dalbingar høvdu spent seg út, sum tey plaga. Morgunmatur til yvir hundrað fólk, fródligur spákingartúrur, framsýning og veitsla um kvøldið, og ikki at gloyma midnáttarsangin.













Thursday, August 2, 2012
Summar í Dali
Nógv fólk var í Dali hesa vikuna, fult av fólki í Haskátrøð, fólk í Rennuni og í báðum Toppum. Og í Putlhúsi. Sjúrður og Óli eru farnir at sláa og balla, Jóannes í Stórhúsi málar, og Turið og Vitus hava enn ikki mist vónina um, at gásin skal støðast í haganum.
Subscribe to:
Posts (Atom)