Thursday, August 7, 2014

Í Dali ein summardag

Reiggjurnar eru stuttligar, og Magna og Emil eru í leysari luft.

P1030224

og so gingu vit túr við Komminum, men hann vildi ikki ganga, tí at hann hevði hug á einari í einum húsbili. Nógvir húsbilar vóru á Oyrini, og tað gav at bíta, tá ið vit skuldu norður aftur. tá stóðu vit eftir í Skopun og fóru sightseeing har.

P1030209 

 P1030217P1030253

FS og Emil fóru til gongu til Húsavíkar í nýggjum gummistivlum,

P1030230

Á Bakkanum sótu vit væl, sum vanligt, deiligt at síggja Vitus heima aftur.

P1030211P1030214P1030215

og Madeleine og Lív Rósa fóru útferð við teppi og matpakka.

P1030227 

Og so fóru vit øll til Húsavíkar at vassa, summi gjørdi tó meiri av enn onnur!

P1030236P1030239P1030241P1030246P1030247P1030252

Aaaah, deiliga svalligt!

Saturday, July 19, 2014

Út at eta í Sandoy

Um tú nú fert úr Havn áðrenn nátturðatíð, so er so líkatil at fáa sær pylsu umborð. Men so hevur tú gjørt tíni ørindi á Sandi, og nú eru tveir tímar til báturin fer. Upplagt at fáa sær ein bita, men hvar? Depilin hevur døgurða fyri teimum, sum búgva har klokkan 6, tú kanst kanska, bara um tey hava “tikið nokk upp”, fáa ein bita har, men kl. 6 ert tú ikki komin fram, um tú hevur verið ein túr í Hesti fyrst. Okey, so er Depilin ikki ein møguleiki, tí tey hava ikki opið fyri øðrum enn teimum gistandi. Pylsur eru hjá Steintór….Neystið í Skálavík er opið til 22, Elisabeth er altíð blíð at koma inn til. So tað blivu burgarar og jolly light, smakkaði fínt, men kanska pylsuvognur fleiri ferðir sama dag er nokso ófeitt. Og forrestin, so mátti mann aftur á kaiina at standa, tí um nú nógvir bilar eru…tað veit mann aldrin, og mann vil helst  ikki standa eftir

.002

Thursday, July 17, 2014

Summar í Dali

Tey eru so smátt farin at bera út í Dali, men líggjarnir eru sera ymiskir. Nógv sláa við tráð. Tráð? Ja, plastikktráð. Hin arbeiðsama Johild er í garðinum í Malthúsi,

013014

Vitus hevur raggað sær út í tún,

024

og Jóannes í Stórhúsi skal sláa vøllin, so tey fáa spælt kongaspæl.

025

Bóndin er farin eftir sláimaskinuni.

016

Teir tríggir musketerarnir eru so ógvuliga álvarsamir, og tá ið eg bað teir siga appilsin, var tað líkasum bara Jónas, sum fekk tað at rigga.

030

031

Sunday, June 8, 2014

Hátíðardagur á Sandi

Tá ið Listasavnið á Sandi v/ Súsan í Jákupsstovu spílar seg út, tá veitst tú, at tú fært góðskugott undirhald. Sum Súsan sjálv segði, hon visti, hvat tey duga, sum hon hevði biðið. Og vit vóru ikki svikin. Ein fín skrá, sum vardi frá 14.30 til umleið 18.

024

Fyrst hevði Gunnar Hoydal eina hugleiðing um Sofus Olsen og hansara javnaldrar, tað var nú meiri um javnaldrarnar. Men sera áhugavert at hoyra um ættarliðið, sum varð borið í heim 1914 og har á leið, og sum seinni spældu týðandi leiklut í Føroyum. Gunnar flættaði eisini sína egnu søgu inn í søguna um okkara foreldrageneratión.

015

Olavur Jacobsen og hansara gittar vóru næst á palli, og hann er bara so góður. A myndini niðanfyri sæst hann saman við Niels Una Dam, sum las upp úr endurminningum hjá ommubeiggja sínum Sofusi. Tað var spennandi at hoyra Sofusa egnu rødd, so at siga. Hann hevur verið ein verri ein, ein treiskur sandingur, sum ikki góðtók eitt nei fyri eitt nei. Súsan segði eina pussiga søgu um, tá ið tey skuldu finna gravstein til Sofus, tey vildu hava ein rundan stein. Tá helt onkur, ein rundan stein til ein so fýrkantaðan persón!

036

Annar tónleikur var eisini á skránni, vit hoyrdu Róin Siggertsen (klaver og sang) og Arnold Ludvig (kontrabass, sum var læntur av Skarvanesi), teir sungu m.a. orð hjá Onnu, sum her sæst avmyndað saman við teimum. Arnold og Anna eru stutt síðani flutt til Sands.

080

Sunnleif Rasmussen greiddi at enda frá síni nýggju symfoni, sum er í gerð. Eitt unikt høvi at hyggja inn í listamansins verkstad.

055003005022

Tá ið alt var av í listasavninum, fóru vit á bókasavnið til listaframsýnin og góðar bitar frá Lauru. Listaframsýningin er umrødd á www.b-av-s.blogspot.com

Friday, April 25, 2014

Flaggrøða á Sandi 2014

Sólvit Emilsson Nolsø

Góðu heimasandsfólk og sandoyingar.
Eg havi slitið nógvar skógvar her heima á Sandi, úti á Kirkjutegi, hóast uppvaksin í Dali. Tí er tað ein heiður og gleði at flyta fram hesa røðu her fyri tykkum.

Í dag, 25. apríl, hátíðarhalda vit, at okkara kæra Merki, tann týdningarmesta ímyndin av okkara føroyska samleika fyllir 74 ár, síðan tað eftir tógvið stríð varð alment góðkent sum okkara tjóðarflagg.

Stríðið fyri Merkinum byrjaði longu í 1919, tá tríggir føroyskir studentar í Danmark fóru undir nakað, ið teir nokk ikki hugsaðu fór, at hava so stórar rembingar við sær. Teir itu Thomas Pauli Dahl, Janus Øssurson og Jens Olivur Lisberg.

Janus og Jens Olivur hildu nógv saman við íslendskum studentum í Danmark og vórðu hugtiknir av teirra fosturlandsalski, sjálvbjargnisanda og stoltleika yvir sítt íslendska flagg.
Janus Øssurson segði, at "vit føroyingar flaggaðu við einum merki, sum ikki var føroyskt, tá ið vit annaðhvørt skuldu boða frá sorg ella gleði". Hetta vildu hesir bræsnu, ungu landsmenn okkara ikki lata sær lynda, og í einari íbúð í Store Kongegade í Keypmanahavn myndaðu teir okkara fyrsta Merki og lóta tað seyma beinanvegin.

Sama ár fór Jens Olivur heim til Føroya í summarfrí og hevði flaggið við. Heimkomin til Fámjins vant hann Merkið í húnar hátt tann 22. juni í 1919. Hetta var fyrstu ferð, ið Merkið veittraði á føroyskari jørð og heilsaði børnum sínum hendan summardag.

Eftir tað byrjaði stríðið av álvara í Føroyum at fáa Merkið góðkent sum føroyskt tjóðarsúmbol. Henda orrusta leikaði til tíðir hart á millum donsku yvirvøldina, teir føroyingar, ið ynsktu flaggið, og aðrar, ið ikki vildu hava Merkið sum føroyskt flagg!

Hvør hevur ikki hoyrt um hendingina á Ólavsøku í 1930, tá flagglínan á Dannebrog bleiv kvett og Merkið hongt út av vindeyganum í suðurskjøldrinum á Tinghúsinum. Tað er blivin tann stóra ímyndin av einum, til tíðir, harðligum stríði.

Ei heldur skulu okkara nógvu skiparar gloymast, ið gjørdu stikk móti øvrigheitsboðum og flaggaðu við Merkinum á skipum teirra heldur enn við Dannebrog! Teir vórðu fleiri, ið vágaðu nógv og valdu heldur at sigla kollutir, enn at verða bardir uppá pláss til at flagga við útlendskum flaggi! Millum teirra var skopuningurin Sigurd Poulsen, seinni tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin, meldaður í 1930, tí hann við "Valiant", bátinum hjá Ísvirkinum á Tvøroyri, flaggaði við Merkinum.

Sum eitt kuriosium kann nevnast, at tann fyrsti, ið kom í fútans hendur av flagginum, var ein skúvoyingur. Á Ólavsøku í 1920 róði Jóhan Hentze úr Skúvoy við manning inn á Havnarvág við bátinum "Sigmundi". Afturi í rong veitraði føroyska flaggið. Hann hevði fingið tað sendandi frá systur síni Sunnevu, ið búði í Danmark.
Pápa Jóhan, Óla Jákupi, bleiv álagt at rinda eina bót, men hann svaraði, at teir kundu seta seg í skansan, um teir vildu, men bót rindaði hann onga!

25. apríl í 1940 bragdaði so til endans! Bretska stjórnin boðaði gjøgnum BBC frá, at Merkið bleiv almenna føroyska flaggið, og tað gjørdist sostatt fremsta ímynd av samleika okkara sum føroyingar, ein sertøk tjóð!

Hvat er Merkið, og hví er tað so umráðandi fyri okkum? Er tað ikki bara eitt stykki av toyi, ið vit vinda upp á stong av og á?

Nei! Tað er sannroynd, at Merkið og talaða og skrivaða móðurmálið eru teir samleikar føroyinga, ið sameina alla tjóðina! Einki annað megnar hetta í sama mun! Heldur ikki fótbóltslandsliðið, málningalistin, bókmentir ella Faroese Music Awards!

Merkið eiga vit øll. Einki klárar sum flaggið at samla eina demokratiska tjóð, sum annars gongur í bólkum av meiningum og áskoðanum!

Misskiljið meg ikki. Ymsar meiningar skulu til. Kjak er gott, tí tað flytur mørk og tað flytur samfelagið frameftir, hóast tað til tíðir tykist, sum vit standa í stað.

Vit standa ikki í stað. Vit flyta okkum frametir, um vit ynskja tað ella ikki. Tað mugu vit laga okkum til. Tíðin steðgar ikki á og hon spyr ikki, um vit vilja við.
Framtíðin kemur av sær sjálvum, men tað ger framburður ikki. Her kemur kjakið inn. Hvat vilja vit við okkara samfelag? Hvussu vilja vit, at tað skal verða? Hvat er mítt pláss í samfelagnum, hvussu kann tað hálpa okkum, og hvussu kunnu vit hjálpa tí framá?

1966681_10152100160381033_9006845934876964742_a

Hetta er nevnliga tað, ið alt stríðið fyri og undir flagginum galt! Tað var sum at siga, at tað gamla endar her, og ein nýggj tíð fyri Føroyar byrjar nú! Stríðið var og er um framtíðina, ikki um fortíðina! Tað var og er um, hvussu framtíð Føroya skuldi myndast.

Hetta er ikki bara galdandi fyri tað samlaða yvirorðnaða føroyska samfelagið. Hetta er galdandi í øllum løgum í samfelagnum, eisini fyri samfelagið á Sandoynni og í hvørji bygd sær. Hvussu sær framtíðin út her á staðnum, og hvussu skal Sandoyggin síggja út í framtíðini?

Hetta leiðir inn á nýbrotið í føroyskum politikki, ið júst er góðkent av landsins kosnu lógarsmiðum: Sandoyartunnilin. Í gott og væl eitt 10-ára skeið hevur henda smoga undir Skopunarfjørð verið stríðsmál við jøvnum millumbilum. Politikkarar úr oynni hava allir havt eitt fast samband sum hjartamál tey seinastu árini.

Tunnilin bleiv gjørdur til eina fortreyt fyri framhaldandi lívi á Sandoynni. Alfa og omega! Teistin bleiv gjørdur til syndabukk fyri fráflytingini úr oynni. Tað tyktist, sum tað var alt ov lætt at seta seg í Teistan norður um Skopunarfjørð, men alt ov strævið at seta aftur í Teistan suðurum aftur, og tí komu færri suður aftur.

Her var einki at verða eftir til. Lítið og einki arbeiði. Fallandi fólktal, og einki hendi. Mann kann fara til alt í Havn og enntá longri burt. Tí er niðurstøðan skjót og løtt: Eg má flyta burtur fyri at fáa eitt líkinda lív!

Hesi gongd skuldi Sandoyartunnilin venda, og fólkið fáast suðuraftur. Nú er tunnilin so á gáttini, so ella so. Spurningurin er, hvat hendir nú? Tað eigur at verða kjakið hereftir. Hvat gera vit, eftir at maðurin, sum í lívd av einum steini letur síðsta skotið av inni í Traðardali? Hvat hendir á Sandoynni, tá æviga sólarljósið norðanfyri skínur ígjøgnum smoguna undir Skopunarfjørði?

Eg sigi hetta í góðum treysti. Hetta verður ein góð støða at verða í. Nústaðni verður Sandoyggin javntsett samferðsluliga við meginpartin av føroyingum. Hetta opnar fyri eini rúgvu av møguleikum. Tí ræður um, at bygdirnar saman finna ein leist, so mann er fyrireikaður.

Tað mest umráðandi er tó fólkið, ið longu búleikast her! Tað eigur at verða raðfesting nummar eitt! Dúgliga verður trúttað niður í fólk, at vit mugu gera Føroyar lekkrar, modernaðar og meira við uppá tað, so okkara útisetar skulu tíma at seta fót aftur á heimlands strendur.

Føroyar og føroyska samfelagið verða gjørd til trupulleikan, ið má rættast, so at tey, ið hava valt Føroyar frá, skulu vinnast aftur!
Vit eiga at venda hesi fatan á høvdið: Hvussu dagføra vit føroyska samfelagið, so at tey, ið velja at búgva her, verða glað og nøgd? Hvussu gera vit føroyska og lokala samfelagið gott fyri tey, ið longu eru her?

Tað er eingin løtt loysn, tað vita vit øll. Tó haldi eg, at vit sum fólk eiga, at kenna ábyrgd av okkara landi. Eg tosaði herfyri við ein, ið gjørdist studentur í 60unum. Tá segði røðarin á pisufundinum, at nú byrjaði lívið av sonnum fyri hesi ungu fólk, og nú skuldu tey taka á seg sín part av skylduni, ið lá á einum og hvørjum føroyingi til at byggja samfelagið upp! Vit høvdu fingið allar fortreytir upp í hendurnar, og nú skuldu vit brúka tær til at gera gott við, Føroyum at frama!
Vit hava okkurt at læra av hesum! Ein ábyrgdarkensla eigur at liggja á okkum øllum. Vit eiga at átaka okkum hvør sín part av pliktini. Um okkurt er skeivt í samfelagnum, eiga vit at gera okkara fyri at rætta tað?

Vit kunnu læra av Thomas Paula Dahl, Janusi Øssursson og Jens Olivuri Lisberg. Teir sóu okkurt skeivt, ið trongdi til at verða rættað og bøtt. Teir gjørdu okkurt við tað, allarhelst vitandi um, at ikki øll vórðu samd við teimum, men teir tóku takið alíkavæl! Tað tók nógv ár, men stríðið gav úrslit til endans, og vit standa tí í dag savnað her sum aðrastaðni kring landið undir Merkinum.

Eg skal ikki troytta tykkum meir, men endi við trimum ørindum úr yrking eftir Pól F., nevnd "Til ungu Føroyar":

Landsins ungu valdralið
verið Føroyum góð,
fremji leik og virki,
í somu ferðum fró.

Føroya Merki hevja hátt,
litt sum rúmdin blá,
land í fannarkava
við sólarroða á.

Ofra Føroyum vit og mátt,
linna neyð og harm.
Tá tú trygt kann hvíla
við móður Føroya barm.

GÓÐAN FLAGGDAG.

Thursday, April 24, 2014

Várið kemur eisini í ár

029

Fór ein lítlan túr suður, bara at venda. Hitti Ólav í Klæmintstovu, har hann fekk epli í jørðina.  Hann segði mær, at eitt kvørkveggjupar plagdi at vitja hann her í veltuni.

021022

027

013

Og so eitt “sjálv” av mær og Ólavi, harragud eg síggi út sum eitt lík.

Seinni prátaði eg við Vilhelminu og Kjartan og tey á Bakkanum, Sannulena stakk inn á gólvið eisini. Eg frætti, at á páskum var sannur hátíðardagur í Dali, tá ið Vilhelmina fekk heiðurstekin frá Regina Dania.

Sá einki lamb. Havið syngur sín sama song.

005

Gamli maðurin og havið.035

Sunday, April 6, 2014

K.O.Viderø á Sandi

1625762_275777612590922_7089460730281621085_n

Gevi Bergi mítt besta viðmæli, hoyrdi hann í Vestmanna kirkju . Fyrilesturin er fínur, ikki tungur, men lærdur uppá tann lætta góða mátan.

Farið øll og lurtið.