Thursday, June 20, 2013

Tað bláa húsið í Dali

Bødvar segði, at onkur hevði spurt, um hann hevði fingið málingina ókeypis, hvør skal siga…..Nei, hann hevði valt litin, so at tað skal vera lætt at greiða fremmandafólki frá, hvar húsið er: tað er tað bláa húsið! voila!

001018

Bødvar arbeiddi fullspeed upp á trappur, og sóljurnar prýða áarbakkan.

009015016017

Tuesday, June 18, 2013

7. flokkur á seturskúla í Dali


Tey ganga í kommunuskúlanum í Havn006007018
Tey vóru saman við Jóannesi Petersen og Herborg Mikkelsen. Tey høvdu sovið væl, søgdu tey, dreingir vóru á vøllinum og innandura vóru tey flestu upptikin av sínum skíggja. Lærararnir vóru í køkinum. Og ja, internet er í Eiriksgarði.
019
Íðunn, Barbara og Silrið Maria
021
Elin Bjørg


Allan og Havgrímur
024

Friday, June 14, 2013

Ruddingardagur

020 

Ì morgin 15 juni verðir tann árligi Ruddingardagurin í Dali og Húsavík ! Byrjað verður við morgunmati Kl 9 og út á seinnapartin verður ábit, ætlanin er at grilla  ! Ì Dali verðir " matstaðið " í Kampinghúsinum og í Húsavík er tað í Skúlanum !

súkkla til Dals sept05 014

Monday, May 27, 2013

Við Heðin Brú eftir Ovaraveg.

Laura og Páll eru ferðaleiðarar okkara henda túr úr Skálavík til Sands eftir gomlu bygdargøtuni. Laura sigur frá tí, Heðin Brú sigur í prosastykkinum “Ovari vegur” í Búravninum. Vit byrja við Tálgargil. Steðga so á við ymsi pláss, sum Heðin Brú nevnir, eitt nú Ketilgróvsheyggj.

 

031

Vit sita undir Ketilgróvsheyggi, har ein ketil fullur av gulli liggur fjaldur, men oman á liggur ein eldspýtandi ormur og verjir. Laura lesur Heðin Brú.

 

032039

Tifaldará er mark millum Skálavík og Sand, og Konfirmantsteinurin er eitt hav, sum lestrarbørnini høvdu til roysni at lyfta, men Heðin Brúsa eg-persónur kláraði ikki at lyfta tað og hevði næstan ætlað sær at rýma til Amerika saman við tveimum øðrum, sum heldur ikki kláraðu tað - til at sleppa undan skommini

 

045050

059060055

Tá ið vit komu til Sands var kaffi og pannukakur við mølheyggjarnar. Ein so herligur túrur, og eitt so fínt hugskot. Hetta er nakað, sum ‘visit’stovurnar skuldu gjørt meiri av. Varðaranir eru stak illa farnir har á leið, og Visitsandoy hevur eina stóra uppgávu at røkja har, kanska ‘ung í arbeiði’ ella skótarnir kundu gjørt okkurt. OG tað skal helst gerast, meðan onkur enn livir, sum veit , hvar gøtan er.

Sunday, May 5, 2013

Lívligur basarur í Eiriksgarði

Nógv fólk vóru í Eiriksgarði, nógv børn eisini. Burturfluttir dalbingar eru trúfastir at vitja aftur, tá ið okkurt er á skránni. Og hinar bygdirnar í oynni vóru eisini væl umboðaðar.020037045

Nógvir góðir lutir vóru at vinna, men eg vann einki, jú okey, eg vann eitt lítið putlispæl. Vakrar troyggjur og leiku vóru eisini.

028

Oyragarðsklanurin taldi eitt dusin.

017018021023Systkinabarnið var eisini komin ein túr eysturum.036

Friday, May 3, 2013

BASARUR

So er tað í morgin og sunnudagin! Basarurin verður í Eiriksgarði í Dali, soljóðandi lýsing stendur á FB.

Eydnuhjól verður í Dali, leygardagin 4 mai kl. 19:00 og sunnudagin kl. 17:00! Kaffisøla við breyði. Nógvir góðir lutir, so sum: Lomb, sodavatn, leikur og mangt annað. Lutaseðlar verða seldir: ein flogferð og annað:)

034035036

Dukkusong við seingjarklæðum.037038

Dukkan er á veg til Dals við kuffertinum.

Sunday, April 28, 2013

Altíð er okkurt stuttligt í Dali

Tað árliga eydnuhjólið í Dali verður leygardagin 4 mai klokkan 19  og Sunnudagin 5 mai klokkan 17 !
Tað verður kaffisøla við breyði !
Nógvir góðir lutir so sum: Lomb,Sodavatn,Leikur og mangt annað !
Lutaseðlar verða seldir, har ein flogferð og annað er at vinna !
Gásin á Bakkanum má geva tol
055
Vilhelmina í fínum stíli!069071
Á veg í kirkju, fólkini also…077
Í viðarlundini í Dali, staðið hoyrir vist ikki til nakað gásafrælsi, var heldur ætlað til menniskjafrælsi.086