Saturday, January 23, 2016

KROSS Í KALENDARAN 23. juli 2016

 

Dali aug.15 040

Hava tit hoyrt? Nú verður útisetadagurin aftur í Dali. Dagurin tá ið tú fært fylt tær tómu greinarnar á ættartrænum. Dagurin tá ið tú fært at hoyra, at tú sipast abbabeiggjanum ella ert sum togað úr tonnunum á langommuni. Dagurin til ta stóru myndatøkuna, eina mynd av systkinabørnum, eina av trímenningum, eina av rumpiningum.  Dagurin til gamans og álvara. Vit vita, at blíðskapur og hugni ræður í Dali. 23. juli 2016

vakur veðrur

Copy of Dalur 001

Wednesday, January 20, 2016

Trettandadansur 2016



Aftur í ár untist mær at vera við í dansi í Skálavík á trettandu. Fínt kvøld, nógv fólk úr Dali við. Maturin hjá Elisabeth var frálíkur - omaná var lekkurt rísalamang við so serliga góðari saft, tað frættist við borðið, at hon var ein blanding av kirsuberjasós og lesk.

Stuttligt at dansa saman við teimum livandi og læandi gummiskógvadreingjunum og gentunum.

Stuttligt at síggja gamlar kenningar aftur.
 

Saturday, January 2, 2016

Nýggjársdansur í Dali 1. jan 2015

Tað var góður dansur nýggjársdag. Teir løgdu út við donskum vísum, og tavadenn kvóðu tey fimm ella seks danska vísur, áðrenn nakað varð kvøðið á føroyskum. men sum kvøldið leið var alt møguligt havt á gólvinum, bæði nýtt og gamalt: Kópakvæðið, Vaagen, Grindavísan, Ormurin langi...osfr. Eitt pinkalítið var við í dansinum, tíðliga skula góðir krókar krøkjast.

 
Fitt av fólki var komið til Dals bæði úr oynni og av oynni, hugnaligt í Eirksgarði. Tað er eitt so sjáldsam gott hús, fáa staðni fært tú sitið og prátað so væl og ikki órógva dansin. Súpan og kaffi og smákøkur vóru, og møguleiki at keypa øl.
 

 
 
Eg hevði ta serligu gleði at hava kærkomnar gestir. Hanus Súni var komin úr Klaksvík suður í dans og við honum Jóhanna og Jóhann. Vit gingu túr í Dali í dag og fóru inn á Bræðið til Borghild ein túr. Hanus Súni kennir fleiri dalbingar frá fyrr, m.a. Ólav Eysturdal, sum hevur gjørt krossin í kirkjugarðinum.





 
 
 
 

Friday, January 1, 2016

Nýggjársaftan 2015


Nýggjárshaldið í Dali byrjar , tá ið teir ungu menninir støkka inn á gólvið at spyrja, um tú hevur nakað at tveita á bálið. Teir hava til uppgávu at gera bálið, og so seta teir brennandi blikk fram við vegnum heilt frá Hamarsenda, tað sær flott út, og teir eru flottir.
 

Klokkan hálvgun sjey varð farið í kirkju til ein stuttan lestur.
 

Í ár var eg so heppin at tey á Bakkanum høvdu útsett døgurðan hjá sær, so eg varð boðin til gásakrás og gásasúpan – forkunnugt, má eg siga. Børnini spældu úti seinnapartin, genturnar koyrdu kassabil, og dreingirnir spældu kríggj.
 

Tá ið tað fót ar seinka nakað, sást fólk darta um bygdina, og nú møttust øll við bálið. Róaldur skipaði nakrar sangir, meðan vit bíðaðu eftir nýarstaluni.  Tað var farið at regna, men hálvtakið á tjaldsplássinum skýldi okkum væl, og aftaná fóru við inn í bláa húsið.
Tað er altíð Jónleif, sum heldur nýárstaluna. Men hvat galt, hann var so túraður eftir at hava verið á fjøllunum og skotið harur, at hann var sovnaður. Men Róaldur var ikki ráðaleysur, hann sprakk upp á borðið og helt eina fyribils talu.
 

Men nú kemur Jónleif og saman við honum Jóannes við harmonikuni. Jónleif helt eina stuttliga talu, hann dugir væl at fáa stuttleika burtur úr hendingum, sum fólk hava verið í – væl at merkja uttan at speireka ella happa. Og ikki at forgloyma: hann hevði ein sang við, tað var sangurin frá í fjør men við onkrum nýggjum uppií:
3. Í Dali siga klókir menn, at sólin ikki skínur/Tá Bødvar eins og Karlamagnus fram í miðlar trínur
4. Hann biður Hanus halda kjaft, her sól sæst summar vetur/Og ongastaðni í verðini myrkingin var betur                          
5. John við Klakki fiskar nógv, tað bankabók væl vermur/í stovuni hjá Elsebeth er ein stórur flatskermur
6. Steintór hann nú fljóðið  vann, hon er mentað well/Á Hólmafløtti málar hon, Maria er modell
7. Ein dalbingut á tingi kom, hann situr har og svevur/og rokningar til høg og lág hann dúgliga út
gevur
12. Á jólum nú var River Bar bæði stongd og lukkað /dalbingar við tystum sinni mungandi teir sukka.


Løgreglan ansaði øllum
Steintór og fljóðið
 
 


Klokkan tólv varð fýrverkið futtað av, og eg fór ú á Bakka at ynskja teimum gott nýggjár.

Sunday, November 1, 2015

Vilhelmina 80



DSC00864 Ein hugsaði, at tað mátti blíva ein góður føðingardagur, tá ið nú sjálv Vilhelmina fylti ár. Hon, sum er eldsálin í bygdini, hon sum er víðagitin fyri síni skjaldur, hon sum dugir allar sangir og sagnir.
Og so varð! Fyrst var matur boðin gestunum, og buffetin var so góð, at hon fæst ikki betri. Har var bæði kalt og heitt. Og tað er fyrstu ferð eg havi sæð Sagnir og ævintýr, nýinnbundna sum borðpynt! Tey hava stíl hasi fólkini!
DSC00929
Vilhelmina var sjálv borðstjóri saman við Jóannesi í Stórhúsi og væl varð stýrt við mildari hond. Sangir, frásagnir og talur. Vilhelmina takkaði so hvørt fyri talur og heilsanir, og tað var ikki keðiligt.
DSC00834DSC00842DSC00881DSC00889DSC00908DSC00917
Eisini stuttligt, tá ið tú ert í veitslu at síggja sangheftið, tað speglar jú hana, sum hevur sett saman. Vilhelmina hevði valt nógvar glaðar, lívsjáttandi sangir og so ein sálm. Sálmin umrøddi Vilhelmina í eini rørandi talu um seg og Hilmar og teirra lív saman.
DSC00825DSC00826DSC00833DSC00837DSC00839DSC00925DSC00928
Ein javnaldur hjá Vilhelminu helt eisini talu við eini sjáldsamari søgu, hon og Vilhelmina høvdu verið pennavinkonur sum børn, men ongantíð sæst fyrr enn fyri fáum árum síðani á einum túri til Týsklands. Tá ið øll skuldu presentera seg, kendu tær navnið á hvørjari aðrari. Síðani hava tær hitst javnan og ferðast saman.

Annfinn hevði eina stuttliga men inniliga talu til Vilhelminu, og vit, sum lýddu á, skilja, at mong minni og nógvar hendingar knýta tey bæði saman.
Men har vóru ikki bara talur, Vilhelmina fekk eisini tveir so sjáldsama góðar sangir, Annar var frá Vár Berghamar  Jacobsen og hin frá Jónleifi. Og sangirnir siga so mangt um føðingardagsbarnið og hennara dygdir.
DSC00920
Sjálvandi er ikki føðingardagur í Dali uttan at farið verður upp á gólv, Vilhelmina skipaði sjálv (saman við Jóannesi)  Sankta Jákup, tað var herligt at vera við til: Jákup fer siglandi á einum steini, so sterka trúgv hevði hann, og so sleppa vit at hyggja inn í helheim eisini, har fútin situr og krevur skatt, jú undirhald á høgum støði.
DSC00861
Eitt sjáldsamt var við hesum balli, at tað vardi frá kl. 12 um dagin og til út á náttina, nú veit eg ikki, nær ið tey fóru til hús øll. Kirkjugangurin í morgun var sum eitt framhald av føðingardegnum, føðingardagsbarnið við orglið og nógvir av gestunum vóru í kirkju. So hugfarsligt tá ið hond og ond kunna ferðast saman soleiðis.

Tuesday, October 20, 2015

Á heystardegi í Dali

Vit vóru øll í Dali í heystferiuni. Teir vóru á fjalli mánadag, og Turið kom suður týsmorgun við øllum sínum, og týskvøld høvdu tey flett tað, sum vit fingu. Men fjallið er ikki  liðugt enn, har suðuri liggur seyðurin í fylgjum, og siðvenja er at reka í fleiri umførum - sera ópraktiskt hjá eigarum, sum ikki búgva á staðnum, og sum hava sett heystferiuna av til júst hetta arbeiði. Ja ja eg veit, uttanbygdarfólkið má laga seg eftir siðvenjum á staðnum, men tá ið tað næstan bara eru uttanbygdarfólk í haganum, tá er kanska nakað øðrvísi.

Annars gingu dagarnir sum vant, børnini vóru nógv úti, tey súkkla, og Kristina fer skjótt at læra seg,  og Hebert brúkar eina unglingasúkklu.

DSC00772DSC00778

DSC00773

Í skúlatúninum er virksemi av ymsum slag, Annfinn slær í plantasjuni, og Jónas kemur úr haganum við gásini. Og børnini sparka.

DSC00711

 

DSC00763

 

 

DSC00746DSC00753DSC00749

Og so er tað flettingin sjálvandi, blogglesarar skula ikki snýtast fyri bygdarsnobbarans myndir av “tálg millum fingrarnar og blóðslettir í andliti”, sum ein skrivaði á FB.

DSC00727

Gubbin er komin í kjallaran at hjálpa til

DSC00723DSC00734

Tað er lættari, tá ið ein partur av tummingini er mekanisk.

DSC00716

Magna fer syngjandi svingandi út á Bakka við einari spann.

Og ikki at gloyma caféina, hvønn dag vóru vit á Café og drukku kaffi við so frálíkum klattum frá Henny afturvið.

DSC00718

Tordis, sum eg kendi væl, tann tíð tað var, var túr í Dali við familjuni, stuttligt at síggja hana, og slett einki broytt í tey uml. 50 ár. Tann ungi maðurin Kári segði seg hava gingið í skúla við Briani og Sølva í Lopra. Tað meini eg, so er …….

DSC00742