Hevði ein so frálíkan 8. mars í gjár. Ongantíð fyrr hava so nógv og fjølbroytt tiltøk verið til at hátíðarhalda dagin.
Um middagsleitið fóru eg og Jórunn í OY. Har var nógv fólk og frálíkt huglag. Framløgur um ferðavinnu og landbúnað. Nógv stuttligt og spennandi. Vit kundu njóta eitt glas av sodavatni og lurta eftir hesum framfýsnu fólkunum, sum vilja nútímansgera eina aldargamla vinnu. Torvskurður í Svínoy og kornvelting í Gásadali, mikrospinnarí í Klaksvík. Tað stuttligasta var bindiklubburin "Skýming", hugsa tær sum fremmandafólk at fara í bindiklubb í Havn. Tær ætla at greiða frá bindiklubbamentan, ull og binding og bjóða drekkamunn.
|
Skýming |
|
OY 8. mars 2024 |
|
Svínoy
Síðani gekk leiðin saman við Turið systur og Jórunn í Tjóðsavnið, har vóru tríggjar framløgur. Fantastiskt at |
uppliva hesar ungu skilagóðu kvinnurnar. Mann kann siga at høvuðsboðskapurin er, at kvinnur eru í stóran mun, ja í ólukkumát gloymdar í søguni. í grundini skrivaðar úr søguni. Birita Matras Petersen greiddi frá serframsýningini um fiskagentur, Margretha Nónklett segði frá Petru Djurhuus og hennara karrieru. Ann Sølvia Selmarsdóttir Purkhús segði frá kvinnuligum herførara og kvinnuligum gladiatori úr fornum útgrevstri.
Tvær serframsýningar eru á Tjóðsavninum, onnur er sum sagt um fiskaarbeiði, hin er um Barbie, sum fyllir 65. So stuttligt at síggja allar tær ymisku barbiedukkurnar í ymsum búnum, men altíð líka kløn. Far og hygg.
|
Barbie anno 2024 |
Seinasta tiltakið var í Virkinum á Sandi. Eg eri enn púra bilsin, at tað skal bera til at vera á Hálsi í Havn seinnapartin og á Sandi eina løtu seinni. Skráin í Virkinum var fjølbroytt, skemt og álvara og matur. Og tú fekst nógv fyri pengarnar. Lena og Niklas sungu, Rigmor hevði eina framløgu um heilsustøðu hjá kvinnum uml. 1900. Tað var ikki farið so ofta til lækna við gentubørnum, gentur fingu minni at eta enndreingir og teir fingu vánaligari klæði. Keldurnar hjá Rigmor eru frágreiðingar frá læknum. Sera áhugavert, men nokso fragmenterað, sum um framløgan var gjørd til eitt annað høvi enn hetta.
Stuttligar klummur vóru lisnar, og Marna talaði um Sáru Malenu. Hugsi at mestsum allar hava lisið bókina. Kanska fleiri Sáru Malenur vóru hjástaddar, fleiri "heksir", sum takka fyri, at vit ikki livdu í teirri tíðini.
So gott sum fult hús. Góður stemningur. Og maturin var ikki bara tveittur á borðið, so tú sjálv skuldi roksa við at fáa tær, nei, portiónsanrættað - á heitum borðiski! so lekkurt.
|
Marna |
|
Rigmor |
|
O, my Lady |
|
Lena og Niklas |