Showing posts with label veitslulag. Show all posts
Showing posts with label veitslulag. Show all posts

Tuesday, May 2, 2023

Gullbrúdleyp í Dali

HJARTALIGA TILLUKKU ! 

Hevði glett meg leingi til hesa veitslu. Tað mátti blíva gott, tá i ð tey á Gerðinum fóru at halda ball. Tiltikin vertskapsfólk. Og veitslan var so góð, hon byrjaði seinnapartin.  Fantastiskur matur, góðar talur og sangur.




Lag: Frættu tit hvat Rasmus segði....

1.Veitslurómur er í  Dali                                                                  

Tiltikin sum vertskapsbygd                                                             

Hittast vit í Eirikssali,                                                                  

Heiðra tey í felags frygd.                                                                  

Stórur dagur var í gjár                                                                     

Samansjóðað fimmti ár                                                                   

  3. Hittust tey í Klaksvíks skúla                                                     

Og í dansiringinum.                                                                            

Oddvør søkti starv í Múla,                                                                  

Hann í lærdómstinginum.                                                                   

Har ið annað var, var hitt                                                                 

Sera paralig og fitt.                                                                        

 4.  Sjeytitrý var lukkuárið,                                                                

Dalur fekk økt fólkatal,

Virksemi í lívsins vári,                                                                            

Børn og fjós og bygda(ráðs)val,

Har ið annað var, var hitt,

Felags um alt, gott og skitt

5. Skilafólk, sum álit vekja,

Tørvar altíð bygdunum,

Heppin Dalur og øll oyggin

(At) hava  tey við dygdunum.

Har ið hitt er, annað er,

Mentafólk í okkar’ verð.

6. Kirkja, skúli, Eriksgarður,

Stígum fast er tykkar “ting”

Ung í arbeiði, barnadansur,

Nevndir, ráð og “Sláið ring”.

Harmonikan til dystin fús,

Sangur rungar um øll hús.

7. Vakrast er tó gylta parið,

Tá tey treða fornan dans,

Øll á Gerðinum – ein skari

Virða mentan Føroya lands.

Lærdu næsta ættarlið,

Tekkja somu mál og mið.



Dansurin var eitt upplivilsi. Sum at vera til spennandi sjónleik, tá ið Ormurin legði seg í vegin fram og tað brakar í bogum og bondum.
Stórhúsfólkið loyvdi sær ikki, men gav alt.

 



 

Jónas, Birgitta og Tórur

 


Sunday, August 9, 2020

Helga og Bødvar - 25 ár

 Aldarinnar brúdleyp! 


Tað var millum jóla og nýggjárs í 2017, at vit fingu at vita, at 8. august í 2020 skuldi vera ball í Eiriksgarði. Stóran kross í kalendaran.  Og fyrireikingarnar hava verið í gongd síðani. Silvurbrúdleypið var eitt vælkomst brúdleyp, og 400 fólk boðaðu frá komu síni. Bødvar smíðaði og manereraði, so at øll 400 skuldu fáa sess. Eitt stórt tjald sett upp á einum nýsmíðaðum útigólvi.

So byrjaðu avboðini at koma, ikki bara gestir, men kokkar og tónleikarar eisini. Eg hugsi, at øll hugsaðu nei, nei! hetta hava Hekga og Bødvar ikki uppiborið. Men tey sum kenna Bødvar vita, at tá ið hann hevur sagt 8. aug., so er tað 8. aug., og júst hesi bæði eru tey røttu til at taka slíkt við einum smíli, veitslan bleiv barberað og trimmað, og tey umleið 60, sum settust við búgvið borð í gjárkvøldið fingu eitt rimmarkvøld.

Silvurbrúðarparið tók ímóti á pallinum, og snapsurin var koronatryggur.

Bødvar fekk eina serliga gávu frá Johild, men so løgið tað ljóðar, tveitti hann ljósastakan í rusk. Men tað hevði sjálvandi sína søgu.


GESTIRNIR KOMA






Vælkomudrykkurin, sum børnini skipaðu fyri, var havdur við kápiltrummuborðini, sum hegnisbrúðgómurin hevur kreerað. Tað var ikki sól, men tað var heldur ikki regn, so...

Tá ið tað nú skuldi vera so, so var tað gott, at í Dali eru tey væl stødd við tónleikarar og sangarar. Fimm tónleikarar, og sangurin rungaði.  Tað er ongastaðni, at fólk eru so sanghugað sum í Dali, vit sita í tímavís og syngja. At  stórhúsmenninir hava konditión til tað! Vit vóru heppin at vera vitni til debutin hjá Jónasi, sum veitslumusikari í Dali.












Sunday, February 9, 2020

Gullbrúdleyp

Eyðbjørg og Sjúrður høvdu stóra veitslu í Eiriksgarði í Dali, nú ið tey hava verið gift í 50 ár.. Eini 170 fólk vóru til borðs, og borðreitt var við oksasteik og rómaeplum, stoktum eplum og grønmeti og sjálvand serstakliga góðari sós.

Gullbrúðarparið tekur ímóti í durunum.
Eyðbjørg og Sjúrður hava seks børn, sum øll vóru har við maka og børnum. Tríggjar av gentunum búgva uttanlands, so tað var eyka festligt at síggja tey øll. Eyðbjørg segði mær, at genturnar høvdu skipað fyri tí mesta, men sósina hevði hon sjálv gjørt!

Tey ungu høvdu gjørt eitt heiðursportur rundan um hurðina á Prangsjørð við blómum og ljósum.


Eyðbjørg og Sjúrður hava verið virkin í sunnudagsskúlaarbeiði og øðrum í Heimamissiónini, tey fingu talu og sang frá teimum.


Oman á døgurða fingu vit kaffi og kakur, og kakurnar vóru eisini veitslukakur! Líka frá fløðandi kranskakuhorni til lagkakur og marengs. nammi namm!


Kristina hevur avmyndað Vilhelminu, og Vilhelmina avmyndað Kristinu.
 Vit hugna okkum við borðið.


Og í dag fyllir Turið á Bakkanum, hobn fyllir ikki runt, vit vóru út at gratulera.



Monday, December 30, 2019

Jólaferia - og John 60 ár.

Var ein túr í  Dali í adventini, og so fór eg suður við børnunum 2. jóladag at dansa jóltræ í Eiriksgarði. Har var sungið og dansað, og jólamaðurin kom við pakka.

jólalag i Eiriksgarði

Fyrstu ferð vit eru á tí árligu jólamyndini
Børnini høvdu lænt filmar á bókasavninum, so vit sótu langar løtur og hugnaðu okkum. Men inn ímillum filmarnar fóru vit út at fáa okkum fríska luft.



Herbert og Magna fóru tann "skjóta" vegin, tey ruku sum fjallageitir niðan gjøgnum geilina. Tey høvdu góðan hug at fara at ganga til Húsavíkar, men tað var ov vindsamt til tað (segði omman).


 Tey fóru aftur til Havnar fríggjadagin, og leygarkvøldið var føðingardagur í Dali. John hjá Elsebeth helt sín 60 ára dag. Umleið hundrað fólk vóru samankomin til ein leskiligan nátturða og gott lag. John fekk ein sang frá synunum, sera stuttligan, vit fingu okkurt at vita um John, sum vit kanska ikki vistu:

Í kirkjuni Joghn syngur allarbest / so fólk hoyrir hvørki orgul ella prest.
John hevur einki koyrikort/ á súkkluni ger hann tað ofta lort.

Sera gott og hugnaligt borðhald við frálíkum mati frá Hansu og øðrum.


Orkestrið í Dali , PJ vantar á myndini og forrestin munnharpan er ikki uppi á heldur


Ludvík og Daiana


Aftaná borðhaldið høvdu synirnir eina eykagávu til John, og tað var ein flott ljóssýning.



Hjartaliga tillukku John og takk fyri eina fína veitslu.










Føðingardagsbarnið millum meg og Fridu

Monday, November 25, 2019

Samljóð í Dali



V.U. Hammershaimb hevur ein tekst ella eina ritroynd í 1901, sum hann kallar Samljóð og misljóð . Hann ber saman eitt streingjaljóðføri við sambandið millum menniskju, samskiftið:

Samljóð og misljóð.

Tað er sjálvsagt, at samljóð er nakað gott og dámligt, og óljóð ella misljóð tvörturimóti nakað Ijótt, sum hvörjum rættiligum manni líkar illa.

Tí sigir eitt gamalt orðtak: »streingir skulu spennast, so teir ljóða væl saman«. Hetta orðtakið er nú í sínum upphavi sagt um streingjaleikir (hörpur, fiólir og tílíkt). Hvör strongur hevir sítt ljöð: ein strongur er brummandi djúpur, ein annar háur og fíntljóðandi, og hinir millumparta, men allir hava teir ymist ljóð sín ámillum, og tó kann eitt deigiligt samljóð av teimum koma fram, tá ið hvór strongur lagaliga er spentur í eitt samljóð, sum yndisliga letur og klingar í mannaoyrum og
undar-liga kann bloyta mannahjartað hjá teimum, sum áhoyrandi eru.

.... er tað deigiligt at lurta eftir samljóðinum á streingjaleikinum, hvaðana meiri grípandi fyri hjartað at hoyra songin bornan fram av mannamunnum við lagi, sum rørir hjartastreingir; hvat
makt hava tá ikki orðini inn í hjartað, tá ið tey eru sungin í rættum lagi av mongum í felagi, til at vekja hugin í mannabarminum til alt, sum ljóst og gleðiligt er at liva fyri.

..... tí har eru eisini streingir, som hava ymis ljóð: nökur eru góð ljóð sum kærleikur, tá ið hann hevir sítt fulltónandi ljóð har inni  við ölluni öðrum góðum tonkum og følilsum, ......



Men í okkara syndugu natúr eru aðrir streingir, sum tí verri ovlætt vilja koma fram og taka ræðið frá hinum. Tá ið vreiðis, illsinnis, hats, hevndar tankar og onnur syndalyst fáa loyvi at ráða í hjartanum, so er samljóðið av hjartastreingjunum spilt, og óljóð og missljóð brýtur fram. 


Teksturin er nakað longri og kann lesast á (http://runeberg.org/lesibok/0320.html). VUH ber streingirnar saman við trý viðurskifti 1) menniskjans hjarta, 2) eina fjøld av menniskjum sum syngja saman 3) tjóðina.



Vilhelmina (83) trummaði okkum saman enn einaferð. Og eg haldi hesin tekstur og hesin boðskapur hóskar so væl til Vilhelminu. Hvør kann sum hon kommunikera við menniskju børn, ung og gomul? Samljóð er hennara millumnavn, so musikalsk sum hon er á orgli og harmoniku og í sangi, so musikalsk er hon í samskiftinum við menniskju, altíð við tí góða orðinum ella sanginum, altíð strembandi eftir samljóði. Samljóð  merkir ikki, at øll hava somu meining, ella at øll siga tað sama, tann brummandi tónin og tann fíntljóðandi skula báðir vera fyri at fáa tað rætta ljóðið.

Vit høvdu ein sælan seinnapart í Eiriksgarði, vit sungu og sungu og sungu. Sangheftið var sjálvandi úrvalssangir, og Símun Erik, ein ommusonur  og Vilhelmina sjálv spældu undir.



Takk Vilhelmina!
Og takk sjálvandi tit øll, sum gjørdu tað møguligt hjá Vilhelminu at skipa fyri hesi deigiligu sangløtu.