Thursday, April 27, 2023

Flagdagshald 2023

   Vit báðar Turið á Bakka fóru til Sands á flaggdagshald. Fitt av fólki kom saman í bókasavnshúsinum. Fundurin var innandura, tí tað var so beista kalt. Ein so sera hugfarslig løta.

Jákup R. Hansen helt røðu. Hann tók støði í tveimum yrkjarum, Mikkjali og Hans Andriasi, teir hava hesar mergjaðu lýsingarnar av Føroya landi. síðani gjørdist røðan meira nútíðarlig og politisk, hann røddi um, hvussu torført tað er hjá fólki at fáa lán , um tey vilja búseta seg á bygd.  Og enntá, segði Jákup, eiga vit meginpartin av bank Nordik, so tað mátti verið so líkatil at havt ein lagaligari lánipolitikk. Hann endaði við at spyrja: Hvørjum flagga vit fyri ?


Tosaði við eina konu um hesa røðu, og hon segði, at dóttir hennara hevði verið í bankanum og biðið um lán, og tey vóru fryntlig og spurdu , hvussu nógv hon skuldi hava. Men tá ið hon segði, at hon ætlaði at búseta seg á Sandi, fekk pípan eitt annað ljóð, tey kundu fáa 1,2 mill. ikki meira, so tey endaðu við at keypa sær hús í Havn fyri 3, 5 mill. Einki problem at fáa lán.

Eg spurdi Jákup, um hann ikki fór at stilla upp næstu ferð. :)


Sandoyarkórið sang tveir sangir, sera væl og harmoniskt. Og so var sjálvandi kakao og bollar á skránni.

Eitt nýtt fyribrigdi á Sandi eru skótar. Tað eru Barbara og Marjun, sum báðar eru tilflytarar á Sandi, og sum hava tikið stig til at stovna skótalið. Tær ætla at byrja við familjuskóltum, tað eru tey smáu (v. foreldrum) . Skótaliðið eitur Nykurtsrósa. Tær skipaðu fyri postarenning aftan á haldið.

Barbara og Marjun
                          Heri Sverrason bygdaráðsformaður