Saturday, July 17, 2021

Kvøldseta í Dali

 Í Dali hava tey eitt serstakt ferðafólkatilboð, tað er ein kvøldseta. 

Ferðafólkini fáa eina máltíð við breyði og føroyskum viðskera og síðani sleppa tey at uppliva eina kvøldsetu. Vilhelmina sigur frá, hon fylgir ullini allan vegin frárakstri um summarið til hon verður latin handlinum í býti fyri te, mjøl ella tubbakk.  Sera livandi sagt frá,  hon hevur sjálv upplivað slíkar kvøldsetur. 

Annfinn nappar, Sjúrður karðar og Jóannes spinnur, Henny og  Jacobina binda troyggjubul.

Vilhelmina vísti teimum eisini gomul føroysk barnaspøl av horni og gásafjaðrum. Sera áhugavert. Ein av gestunum spurdi meg, um alt hetta var tikið upp og dokumenterað. Jóannes kvað nøkur ørindi av Ebbe Skammelsøn, meðan hann spann.






Sanniliga eitt fantastiskt, autentiskt ferðavinnutilboð.


Ruddingardagur 2021

Í morgun var deiligt at koma út í Dali, gott veður og bliðskortað fólk á ferð. Tórur og Birgitta eru heima ein túr.
Petur, Sjúrður, Tórur, Astrid, Birgitta og Floy

Ruddingardagur plagar at vera hvørt ár, og tá fer maður av húsi. Men tað er ikki so nógv rusk longur. Fyri 20 árum síðani fyltu vit í nógvar sekkir av plastruski, men nú er ein onnur tíð og annað medvit millum fólk og skip.  Fyrst fingu vit morgundrekka í Bláa húsi. Tórhild stóð fyri morgunmatinum.




Runufólkini vóru her suðuri.





Síðani var farið til arbeiðis, summi fóru at sláa og raka, onnur at lúka fram við vegnum og rundan um skúlan og millum garðarnar.




Øll hjálpa til






Tað besta av øllum er bonkurin, træið. Nú kunna vit gomlu bukka beinini og njóta sólina udir vegginum. 




Og eftir lokið verk var tað grill fyri rest.










Sunday, June 20, 2021

Summardagur 2021

Deiligt sólskin í dag. í Dali er okkurt hent, síðani eg var her suðurin. Í Stórhúsi hava tey bygt rossahúsið av nýggjum, nú er tað næstan sum eitt summarhús.


Á Bakkanum er nýggj hurð komin í bilhúsið, og hon er so reyð, at tú mást í sólbrillur, tá ið tú skoðar hana. Turið letur væl at, at hurðin við fjarstýring sparir henni nógv spor, tí nú er lættari at sleppa inn og út við bilinum .


Í dag er ein stórur dagur í Skálavík, tí at Mølin letur gistingarhúsið upp. Har er sera flott. Nossligt og pent, uttan at vera prangandi og diggut. Vertsfólkini tóku ímóti , blíð og týð. Passaliga stór kømur við dupultsong og vesi. Eitt av kørunum hevur ein tekøk. Øll kømrini hava stórt vindeyga og egna inngongd. 

Birita var glað og pen í flottum kjóla.





Tá ið vit høvdu sæð gistingarhúsið, fingu vit kaffi og lagkaku í kaffistovuni. Har er so ovurhugnaligt altíð . Og so hittu vit nógv fólk eisini, bæði oyggjafólk og avstaðsfólk.



Halldóra og Vilhelmina eru javngamlar, og tær hava altíð okkurt at práta um.


Saturday, May 8, 2021

Basarvikuskifti á vári

Vit vóru nógv fólk í Putlhúsi hetta vikuskiftið, Kristina hevur glett seg til basar síðan seinasta basar. Basarurin var fríggjakvøld og leygarkvøld, og Kristina livdi seg ordiliga inn í spenningin.  




Í  Dali er nógv arbeiði um várið, bloggurin heilsaði upp á Óla í bønum. Hann ger eina moldveltu á stað, har tey hava havt flagveltu fyrr.

Eisini Eisenberg og Lovisa seta epli niður, í Klæminstovugarðinum eru nú tvær flagveltur. Langomma Eisenberg búði í Túni í Dali og giftist til Skarvanesar.  Eisenberg er oldurabbasonur hin navnframa Enok á Skarvanesi.

Í Rennuni er altíð ein kaffimunnur at fáa. Sunnvør var úti og arbeiddi í garðinum.


Í góðveðrinum í dag vóru Herbert og Oddvaldur ein langan súkklutúr, teir súkklaðu úr Dali til Skopunar.

Magna teknaði ein venjibreyt í skúlatúninum.










Sunday, April 4, 2021

Páskir 2021

 


Lítillátin krossur við onngari peru og ongum liti

Nú ið báturin siglir allan dagin er nógv koming og faring alla tíðina. Frida og Louis vóru tvær nætur, og Turið kemur væntandi í dag, páskadag. Hugsi um, hvussu ferðslan verður, tá ið landfast verður. Tá verður ikki neyðugt at koyra til Skopunar við fólki og eftir fólki. Men tá verða kanska ongantíð liggjandi gestir heldur.


Tá ið vit komu til Dals, sóu vit, at tey vóru farin at byggja uppi í bønum. Vit hugsaðu, at nú byrjar summarhúsøldin í Dali, men tey siga mær, at tað er eitt vatnreinsiverk.

Páskagestur í frískum vindi

Frida og børnini og Turið systir fóru ein hagatúr til Skarvanesar av húsvíksvegnum og síðani til Dals, langafríggjadag. Ein góður túrur, men tær lata heilsa rætta viðkomandi, at stik eru á vegnum, og tað er óheppið at lýsa við einum túri, sum fær fólk at klíva og hegla stik niður. 

Nógv fólk í Dali um páskirnar. Í Putlhúsi eru 4 børn. Tey hava spælt stikkbólt í skúlatúninum, ein slík rúgva av fólki - og ikki bara børn. 

Vit vóru á loppumarknað í Skálavík og síðani sjálvandi ein túr á Malarkaffihúsið


Leygardagin bleiv boðað til innispæl í Eiriksgarði, hvussu heppin kann ein vera? Tey ungu vaksnu spældi við, og fleiri av okkum eldru sótu og hugdu, tað var ein fragd at síggja.

Fløkimamma


Brú, brú, brilla

Og eitt, sum líkist tí, vit kallaðu "Hús í nátt", ein stólur ov lítið, so tá ið øll reisa seg, verður ein við sviðið soð. Jónleif og Helga skipaðu fyrimyndarliga fyri.

Banka kjøt

Nógv fólk var í kirkju langa fríggjadag og páskadag. Og børnini ótu sjokulátu og rullaðu egg. So herligt!