Showing posts with label samfelag. Show all posts
Showing posts with label samfelag. Show all posts

Saturday, July 17, 2021

Ruddingardagur 2021

Í morgun var deiligt at koma út í Dali, gott veður og bliðskortað fólk á ferð. Tórur og Birgitta eru heima ein túr.
Petur, Sjúrður, Tórur, Astrid, Birgitta og Floy

Ruddingardagur plagar at vera hvørt ár, og tá fer maður av húsi. Men tað er ikki so nógv rusk longur. Fyri 20 árum síðani fyltu vit í nógvar sekkir av plastruski, men nú er ein onnur tíð og annað medvit millum fólk og skip.  Fyrst fingu vit morgundrekka í Bláa húsi. Tórhild stóð fyri morgunmatinum.




Runufólkini vóru her suðuri.





Síðani var farið til arbeiðis, summi fóru at sláa og raka, onnur at lúka fram við vegnum og rundan um skúlan og millum garðarnar.




Øll hjálpa til






Tað besta av øllum er bonkurin, træið. Nú kunna vit gomlu bukka beinini og njóta sólina udir vegginum. 




Og eftir lokið verk var tað grill fyri rest.










Friday, July 5, 2019

Leika og lær í Dali

Á triðja sinni skipaðu feðgarnir Jónleif og Jóannes fyri summarskúla fyri børn og barnabørn hjá burturfluttum dalbingum, hesa ferð vóru 22 børn við. Skráin var lík skránni hini árini: Tey vóru í Syðsta haga og skóru torv, tey kliptu seyði og markaðu lomb. Síðani vitjaðu tey hús í Dali og skipaðu fyri kvøldsetu, har bygdarfólkið varð boðið við.

Eg havi sagt tað fyrr: hetta tiltak er einastandandi gott, pedagogiskt og sosialt. Aðrar bygdir í Føroyum áttu at tikið táttin upp, mest upplagt sjálvandi í eini lítlari bygd. Tak nú t.d. bygdir har sum eingi børn eru, har eru tó abba- og ommubørn ella langabba- og langommubørn, sum høvdu tímað og viljað brúkt eina viku í summarferiuni til at leika og læra. Men tað eru nokk ikki øll, sum eru so heppin sum vit í Dali at hava slíkar "all in one" eldsálir.
Ein næmingur helt, at Jóannes var "all in one" , tí hon hevði sæð hann sum dekn og lærara og annað við.
Heidi (Gerðagil), Magna (Putlhús), Sigrid (Klæmintstova)



Nú verður farið suður í haga.












Tann kreativi parturin lá ikki eftir í ár heldur, eitt modell av bygdini bleiv gjørt. Her síggjast Putlhús og Toft.

Seinasta dagin var kvøldseta í Eiriksgarði, og øll í bygdini vóru boðin við. Børnini høvdu fyrireika spurnarkapping og gitikapping.
Jón greiðir frá túrinum suðuri í Haga

Sigrid sigur søguna um lítla Klávur og stóra Klávus




Stuttligt at síggja Sam í Dali aftur, her saman við Jóan Peturi


Friday, May 12, 2017

Seturskúli í Dali

Sólvit Nolsø 09.05.2017 (19:21)

Øðrvísi skúlatilboð í Dali

Eitt øðrvísi skúlatilboð verður í Dali seinastu vikuna av skúlaárinum 2016-2017, ið er 19-23 juni.

Tilboðið er til børn í skúlaaldri og er fyrst og fremst ætlað til teirra, ið hava eitt ávíst tilknýti til bygdina. Undirvíst verður í eina viku og ígjøgnum undirvísing og spæl, verður lært um søgu, mentan, fólk og bygdalívið í Dali.

Millum annað er ætlanin at reka í einum haga í Dali, at skera torv, hava hugnakvøld í bygdahúsinum, siga frá fólkum, ið hava búleikast og mynda bygdina og at vitja støð í bygdini, ið eru sermerkt á ymsan hátt í søguni og menningini av bygdini. Undirvísingin sjálv verður í skúlanum í Dali.

Jónleif Johannesen, ið er ein av stigtakaranum, sigur, at tað eru so nógvir lítlir bygdaskúlar í landinum, sum er stongdir í dag vegna ov lágt barnatal. Tá eingin undirvísing er í einum skúla á staðnum, er tað so nógv av mentanini og søguni á staðnum, sum kann detta burtur, tí tað verður ikki hildið við líka hjá teimum smáu, sum skulu bera tað víðari.

- Um eitt barn býr í eini lítlari bygd, men gongur í skúla í eini størri bygd, so tekur undirvísing útgangsstøði í bygdini har undirvíst verður. Hvussu nógv kann tað ikki geva til dømis, um vit undurvísa í heimstaðarlæru í Dali og brúka náttúruna í Dali heldur enn onkra aðra staðni, sigur Jónleif Johannesen.

Jónleif og Jóanes Johannesen,ið báðir eru lærara lærdir koma at standa fyri undirvísingini. Sum sagt, so er ætlanin, at øll undirvísing hesa vikuna skal hava útgangsstøði í Dali. Tí fer mann út at spæla spøl í ítrótti, niðan í hagan, oman í fjørðuna í heimstaðarlæru, hoyrir søgur og frásagnir úr Dali, vitja Snikkarakjallaran og kirkjuna.

- Umframt undirvísingina, so er endamálið eisini at savna børn saman, ið eru ættaði úr bygdini og á tann hátt skapa eitt sosialt samband og góð vinarbond teirra millum, sigur Jónleif Johannesen.

Tað eru Jónleif Johannesen og Johild Grothsdóttir Nolsøe, ið bæði eru uppvaksin í Dali, ið hava tikið stig tiltiltakið.

Wednesday, August 5, 2015

HARRANS MALARGRÓT OG FLAG!

Dali aug.15 040

Mølin í Dali er eitt náttúruvakurt pláss. Ikki nógva staðni í Føroyum er so stór og lætt atkomilig møl. Menniskjan – tann ránskroppur – hevur sæð ein møguleika at taka sær grót, malargrót, ja taka tað við heim, av bygdini, kanska til eitt tún ella ein garð ella girðing.

TAÐ ER IKKI LOYVT AT FLYTA MALARGRÓT AV BYGDINI Í DALI.

Summi koma í vanligum bili, lata baklúkuna upp og fylla í, onnur koma við balju at fylla uppí! Ella við lastbili! Hvat hugsa hesi fólk fyri sær? Halda tey, at mølin veksur líka skjótt aftur, vita tey ikki, at grótið kann verða uppi?

Kirkjugarðurin í Dali er bygdur av malargróti, og hann er so sera flottur, men dalbingar taka heldur ikki tað nógva av gróti úr mølini.

.

Dali aug.15 046

Vælkomin til Dals og vælkomin øll á Café í Dali, men latið mølina fáa frið, hon er til okkara eftirkomarar, tí hon er HARRANS MALARGRÓT OG FLAG.

Dali aug.15 017

Café og sølubúð í Dali. August 2015.

P1080633

Kirkjan í Dali við kirkjugarði.

Men vælsignaðu dalbingar fáið nú í lag at seta eitt skelti upp, so at eingin er í iva.

Friday, March 20, 2015

Sólarmyrking í Dali

 

11084278_670886663033198_2620563563456636175_n

Mynd hjá Róðu Bødvarsdóttur

Tað var gott, at vit fóru til Dals at uppliva sólarmyrking. Turið pakkaði børn, blæur og bomm í bilin og so avstað.

sólarmyrking 2015 016sólarmyrking 2015 017

Dagurin byrjaði tíðliga í Putlhúsi, tá fekk Kristina havragreyt, Vit hini fingu morgundrekka í Eiriksgarði kl. 8.30.

Hjartvard, sum skal konfirmerast annan sunnudag.

sólarmyrking 2015 019

Sólarmyrking 507 - CopySólarmyrking 508 - Copyunnamed

Og so gingu vit út og inn og hugdu at sólini, og vit fingu alt við! Hygga mánin, segði Magna, tá ið sólin var hálv undir og sá nett út, sum vit altíð tekna mánan.

sólarmyrking 2015 026

Tá ið vit høvdu ornað okkurt í Putlhúsi´, fóru vit aftur í Eiriksgarð at eta breyð og viðskera. Deiligar tartelettir og herligt kjøt upp á breyð, og klattur og vafflur.

sólarmyrking 2015 027

Allir dalbingar vóru komnir saman – og tveir turistar úr Sveis. Teir vóru komnir á súkklu í gjár, teir síggjast aftanfyri genturnar.sólarmyrking 2015 028

Áðrenn vit fóru til Havnar aftur fóru vit til Skálavíkar, tí at har høvdu tey lýst við føroyskum dansi klokkan 13. Har var ikki ordiliga nakar dansur, tá ið vit komu. So spurdu tey, um vit kundu skipa okkurt, tí at hann , sum tey høvdu biðið, hevði gloymt tað. Well, vit løgdu fyri við “Veturin kom”, og so ornaði Herbert rest, hann tók fyrst “Øskudólg” og so “Burtur á heiði”. Eg havi tíverri onga mynd, tí eg var so hugtikin av hansara kvøðing og hansara serliga stevi, at eg gloymdi alt um myndatól.

Magna gevur Kristinu vafflur.

sólarmyrking 2015 040sólarmyrking 2015 042

Mynd tikin við mínum myndatóli v/zoomi

sólarmyrking 2015 033