Monday, March 30, 2009

Frástøðan eingin vansi (Grein úr Sosialinum)

- Flestu av mínum kappingarneytum eru í Danmark, so frástøðan frá meginøkinum verður ríkiliga vigað upp við friðinum, eg havi í arbeiðinum her suðuri í Dali, sigur Bødvar Poulsen, sum fyri níggju árum síðani valdi at flyta sítt snikkaravirki úr Havn suður í Sandoynna




Søgan um, hví Bødvar Poulsen valdi at skifta »pulserandi býarlívið« í Havn út við friðarliga og »fjarskotna« umhvørvið í Dali, er søgd fleiri ferðir, men fyri tað kunnu vit endurtaka hana einaferð enn. - Tað byrjaði alt í kreppuárunum í 1995, tá eg endaði í kjallaranum hjá mær sjálvum úti á Norðasta Horni saman við Torfinn Húsgarð, og har arbeiddu vit so í nøkur ár, sigur Bødvar Poulsen. Hann hevur konu úr Dali, og vanliga ferðaðust tey nógv suður hagar um vikuskiftini, minst annaðhvørt. - Einaferð eg var í brúðarhúsi her suðuri lat eg eitt orð falla um, at tað helst ikki fór at ganga long tíð, áðrenn vit fluttu suður, og so fangaði borðið. Hetta var um heystið í 1999, og longu í januar 2000 fluttu vit suður, eg bygdi hetta verkstaðið, og vit hava so verið her síðani. Her er veldugt at vera, sigur Bødvar Poulsen. Hann heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki at virkið liggur suðuri í Dali. - Nei, trupulleikin liggur í ferjuni. Skal eg til Havnar eitt ørindi, má eg fara minst ein tíma framman undan, tí eg má altíð standa ein hálvan tíma í bíðirøð í Skopun, men annars er eingin trupulleiki. Eg fái betri frið at arbeiða her, so tann fjarstøðan bilar ikki. Eg havi mínar størstu kappingarneytar í Danmark, tí tey fáu verkstøðini, sum gera trappur í Føroyum, klára væl at dekka marknaðin. So kappingin kemur úr Danmark, sigur Bødvar Poulsen. Og tað er fyrst og fremst trappur, sum Bødvar Poulsen fæst við suðuri í Dali. - Ja, tað er tað mesta. Eg geri tó eisini køkar, tað eru tað tó fá, sum vita, men eg havi kortsíðani verið vesturi í Vágum við einum køki, og eg geri nakrar um árið, sigur Bødvar Poulsen. Haraftrat ger hann eisini nakað av innhurðum, fyllingshurðum, og so hevur hann fyri stuttum gjørt tvey sett av okahurðum. Men tað er tað við innhurðum, at tær fáast bíliga frá timburhandlunum, so bert tá tað er eftir serligum máti ella úr serligum tilfari, sleppa snikkaravirkini upp í part. - Beint nú havi eg nakrar innhurðar úr eik í gerð, men annars fáist eg við alt innandura snikkaraarbeiði. Eg

plagi at siga alt uttan úthurðar og vindeygu. Eg havi útgerðina til tað, men fáist ikki við hetta, tí tú skal vera vanur við slíkt arbeiði, serliga við tí veðurlagnum, vit hava í Føroyum, sigur Bødvar Poulsen. Kreppa, ja, men... Hann sigur, at tað ongantíð hevur skortað við arbeiði. - Tað hevur verið ovmikið. Eg havi verið noyddur at velja frá. Nú er tað kanska minkað eitt sindur, men eg havi framvegis nóg mikið at gera. Vit eru tveir mans. Eg hevði ein lærling, sum bleiv útlærdur, so nú havi eg ein annan, ið hevur verið her í tvey ár, og tað skal ikki so ógvuliga nógv til, fyri at halda tveimum monnum í arbeiði, sigur Bødvar Poulsen. Meginparturin av framleiðsluni hjá Snikkarakjallaranum, sum virkið hjá Bødvar Poulsen eitur, er eftir bílegging. - Eg havi gjørt nokk so fitt av standardtrappum, men fyri tað mesta er tað eftir bílegging. Havi kortini gjørt trappurnar til randarhúsini, sum S.H. Smíð hevur gjørt tey nógvu seinastu árini, og eisini til F. R. Vestergaard og Guttesen & Staksberg, so eg havi gjørt rættiliga nógvar standardtrappur. Eisini til Valbjørn og Búsetur, men eg havi ongar tílíkar bíleggingar í løtuni, sigur Bødvar Poulsen. Fólk bíleggja trappur frá Snikkarakjallaranum kring alt landið. - Flestu bíleggingar koma úr Havn, men annars havi eg kundar rættiliga fast vesturi í Vágum og í Klaksvík. Í Eysturoynni eru tvey snikkaravirkir, eitt í Runavík og eitt í Fuglafirði, men har eru so nakrar einkultar bíleggingar eisini. Og so er tað her á Sandoynni, her eru altíð nakrar bíleggingar um árið, sigur Bødvar Poulsen. Hann heldur ikki, at kappingin er so stór í Føroyum um trappurnar. Tað eru bert eini trý-fýra onnur virkir, sum fáast við trappur, umframt at nakað av kapping er úr Danmark. Alt prátið um kreppu er nakað, sum Bødvar Poulsen sum so kann kenna aftur. - Tað merkist. Telefonin ringir ikki so ofta, sum hon plagdi, men eg fái framvegis nógvar fyrispurningar, og eg havi eisini nóg mikið niðurfyri. Fólk eru ikki so ótolin longur. Tá tey spyrja og fáa at vita, hvør bíðitíðin er, so eru tey nøgd við tað. So hava tey tað skotbráið longri, áðrenn tey skulu brúka pengarnar. Fólk eru meiri varin og ikki so átrokandi, sigur Bødvar Poulsen. Tá talan er um bíleggingar, er eisini talan um eina ávísa bíðitíð. - Tað kann vera alt frá einum til tríggjar mánaðir, alt eftir, hvat slag av trappu, talan er um. Onkuntíð kann tað bera til at kroysta okkurt inn ímillum, men sum regul er talan um eina ávísa bíðitíð, sigur Bødvar Poulsen.


Samlar og setur upp
Nógv tann størsti parturin, sum Snikkarakjallarin letur úr hondum, er til vanlig sethús. - Ja, tað er nógv tann størsti parturin. Eg havi latið trappur til onkrar skrivstovubygningar, men aftur her er tað soleiðis, at virkir fyri tað allarmesta brúka stáltrappur ella betongtrappur av trygdarkrøvum og so víðari. So tað er fyri tað mesta til vanlig sethús, at eg lati trappur, sigur Bødvar Poulsen. Fólk velja ofta standard við til trappurnar, men í løtuni er eik sera væl umtókt, sjálvt um tað er dýrur viður. - Fyri tað mesta geri eg trappur úr furu, men í løtuni er eik eisini ógvuliga væl umtókt. Og sjálvt um tað er dýrur viður, fekk eg tveir plattar av eik sendandi suður í síðstu viku, og skal tú hava eikitrin í trappuni, kostar hon beinanvegin 15.000 krónur eyka. Men tað er móti nú, og út við onnur hvør trappa, sum eg geri í løtuni, hevur eikitrin, sigur Bødvar Poulsen. Hann sigur, at fólk hugsa seg betur um nú. Og um ein trappa í einum húsum, sum kosta tvær milliónir, kostar 30.000 ella 50.000 krónur, er ikki týðandi í teirri samlaðu upphæddini. - Men tá hevur tú eina trappu, sum heldur alt lívið, ístaðin fyri at tú keypir eina bíligari trappu, og skiftir hana út um 20 ár. So alt fleiri velja at taka tað dýraru trappuna beinanvegin, sigur Bødvar Poulsen. Arbeiðið hjá Bødvari Poulsen er ikki liðugt, tá trappan er liðug. Tað hoyrir við til arbeiðið, at seta hana upp eisini. - Tað, kann man siga, er størsti munurin á, tá fólk bíleggja eina trappu úr Danmark og frá mær. Tá tey bíleggja eina trappu úr Danmark, mugu tey sjálvi samla hana og seta hana upp, meðan tá tey bíleggja frá mær, fari eg út og seti trappuna upp eisini, og tað er líkamikið, um tað er á Viðareiði ella í Bø. Eg havi eisini verið í bæði Svínoy og Mykinesi og tikið mát, gjørt trappurnar og sett tær upp. Tað er munurin millum útlendskar trappur og okkara, sigur Bødvar Poulsen. Hann sigur, at um hann bara skuldi gjørt trappuna og so annars bara tveitt hana á ein platt, tá hon var liðug, so er hann avgjørt kappingarførur í prísi við útlendsku trappurnar. Men tá er arbeiðið í hansara verð heldur ikki meiri enn hálvliðugt.


Dalstunnil størri týdning
Tá tú tosar við fólk á Sandoynni, og ikki minst við vinnulívsfólk, slepst ikki undan at koma inn á spurningin um fast samband undir Skopunarfjørð. - Sjálvandi er tað ein forðing, ikki at hava ein undirsjóvartunnil, sjálvt um vit hava rættiliga gott samband við Teistanum. Ikki tí, tað kundu verið nakrir túrar aftrat, tí hann er rættiliga ofta fullur. Sum til dømis í dag skal eg til Havnar klokkan 12.30, og eg má fara herfrá ikki seinni enn 11.30, fyri at vera vísur í at sleppa við, sigur Bødvar Poulsen. Hann sigur, at tað er so nógv stór og tung ferðsla, og tá fleiri trailarar skulu við, má man vera í góðari tíð fyri at sleppa við. - Men hinvegin. Liggur tað væl fyri, tekur tað neyvt ein tíma úr túninum hjá mær í Dali í túni hjá Balslev, longri er tað ikki, sigur Bødvar Poulsen. Tá tú ert tengdur at einari ferju, so er tú í ein ávísan mun bundin, men tað er nakað, ein venur seg við, heldur havnarmaðurin í Dali. Men hann hevur kortini góðar vónir um framtíðina. - Jú, eg síggi ljóst upp á hana. Eg havi júst útbygt mær fjósið, so eg ætli mær at verða verandi her. Trupulleikar við Teistanum kunnu verða tað, teir eru, men størsti trupulleikin hjá mær er, tá Dalsvegurin fer. Ikki um hann fer, men tá hann fer. Nú hendi eitt óhapp á Viðareiðisvegnum, har ein bilur fekk grót á seg. Teir siga, at tað loypur har tríggjar ferðir um vikuna, her á Dalsvegnum loypur tað tríggjar ferðir um dagin, sigur Bødvar Poulsen. Hann sigur, at tað er í ikki færri enn trimum støðum, at vegurin stendur at loypa, og tann dagin hann er farin, hevur hann ein veruligan trupulleika. - Tað verður trupult at fáa køkar og trappur bornar um fjallið. Eg síggi ljóst upp á at verða her, men eg vóni veruliga, at vit koma við í raðfestingina at fáa tunnilin, tí uttan hann sær ikki serliga ljóst út, sigur Bødvar Poulsen. So fyri dalbingar hevur tað minst líka stóran týdning at fáa ein tunnil til Dals, sum tað er at fáa ein undirsjóvartunnil í Sandoynna. - Í prinsippinum, ja. Nú er tað sjálvandi ein størri partur, eini 1500 fólk, sum raðfesta ein undirsjóvartunnil, og tað gera vit eisini, men okkara persónliga týdningarmesta mál, er ein Dalstunnil, sigur Bødvar Poulsen. Hann sigur, at fólk snøgt sagt ikki tora at koyra til Dals. - Vit skipa fyri bingospæli og eydnuhjóli, men tað koma tveir-tríggir bilar. Fólk tora ikki at koyra eftir Dalsvegnum, ikki tí tey eru bangin fyri at koyra útav, tí har er góð bilverja, men tað er grótið, ið rapar oman á vegin, sum tey ræðast, sigur Bødvar Poulsen, sum undirstrikar, at ein Dalstunnil er avgerandi fyri livilíkindini í bygdini frameftir.

Tuesday, March 17, 2009

Ere de små, så ere de raske

Dimman kom inn á dyrnar í kvøld, eg seti meg við køksborðið at lesa í henni, og har lesi eg um Dals skúla og útlitini, sum Jóannes greiður frá, eg síggi eisini, at tátturin hjá Jónleifi er í Dimmu í kvøld, so fari eg innar í stovuna at hyggja eftir Degi og viku, og mín sann um ikki ein dalbingur trínur fram á skíggjan og sigur frá um nýggja skúladepilin í Suðuroy. Hugsi við mær sjálvari "ere de små, så ere de raske".

vh

Borghild

Friday, March 13, 2009

Dalbingar bíða eftir tunli (Grein úr Dimmalætting)

Í mong, mong ár hevur verið tosað um at gera ein tunnil til Dals, men enn er hesin ikki komin. Men sambært Jóanes Johannesen, lærara í Dali, hevur tað avgerandi týdning fyri framtíðina hjá bygdini, at ein tunnil kemur. - Sjálvandi er einki at ivast í, at fólk, sum ætla at seta búgv í Dali, í nógvum førum ivast í hesum, um tunnilin ikki kemur, sigur Jóanes Johannesen. Dalbingurin Jóanes Johannesen hevur sjálvur í mong ár ferðast dagliga eftir vegnum millum Dal og Húsavík, tí hann hevur áður starvast sum lærari í Meginskúlanum á Sandi, og hann kennir tí vegin, sum kom í 1963, ógvuliga væl. Hann sigur, at tað er púra vanligt, at grót leypir á vegin.Lítið av viðlíkahaldi gjørtJ. Jóanes Johannesen greiðir frá, nú vit standa uttan fyri gamla bygdaskúlan í Dali, at vegurin til Dals kom í 1963.- Tað tók eini 20 ár at gera hann. Teir byrjaðu upp á hann í 1943, men tað tók so langa tíð at gera hann, tí í fyrstuni var hann kommunuvegur. Kommunan er ikki so stór, og tí hevði man ikki so nógvar pengar at gera vegin fyri. Tað gekk nøkunlunda í fyrstuni, men tá ið man kom har til, at tað varð neyðugt at spreingja, bleiv tað dýrt, og so gekk seinni, greiðir Jóanes Johannesen frá.Hann sigur, at øll hesi nærum 46 árini, ið vegurin hevur millum Dal og Húsavík, er ógvuliga lítið av viðlíkahaldi gjørt á vegastrekkinum.- Tað bleiv bilverja sett upp frá einaferð miðskeiðis í sjeytiárunum og frameftir. Í fyrstuni vóru tað bara sovorðnir stabbasteinar, sum vóru bilverja, greiðir hann frá.Farleiðin hevur mangan verið søgd at vera vandamikil, tí at brattlendi er, og vandi er fyri omanlopi á vegnum.- Tað hava verið stór omanlop, og okkurt hevur verið so stórt, at autoverja og alt fór í havið. Í Húsisbergi leyp undan vegnum einaferð, og í Dalsbergi leyp eisini undan vegnum, og tá var tað so nær, at asfaltið klovnaði, men tað er tryggjað ordiliga nú, sigur Jóanes Johannesen, sum sjálvur fleiri ferðir hevur upplivað, at hann hevur veri ð noyddur til at rudda vegin fyri grót, tá ið hann er komin koyrandi.- Eg haldi, at tað er soleiðis her í Dalsbergi, at her kann grót koma niður allastaðnis, leggur Jóanes Johannesen afturat.Tosið um tunnil er gamalt . Skúlalærarin í Dali sigur, at tað er ikki nakað nýtt, at man tosar um ein tunnil millum Dal og Húsavík, tí tað hevur verið uppi og vent í mong ár.- Eg haldi, at man hevur tosað um ein tunnil seinastu 40 árini. Vegurin var sjálvsagt ómetaliga týdningarmikil, tá ið hann kom. Men sjálvandi er einki at ivast í, at fólk, sum ætla at seta búgv í Dali, í nógvum førum ivast í hesum, um tunnilin ikki kemur, sigur hann.Jóanes Johannesen greiðir frá, at tað sá rættiliga ljóst út við møguleikunum fyri einum tunnli fyri nøkrum árum síðani.- Eg haldi, at tað var fyri eini trimum árum síðani, at tað sá rættiliga ljóst út. Tá blivu royndarboringar gjørdar í fjallinum, og vit sóu eisini eina tekning av tunnlinum, men nú veit eg ikki, soleiðis sum tíðirnar eru, sigur dalbingurin.Hann sigur, at tað hevur nógv at siga fyri framtíðina hjá bygdini, at vegasambandið til og úr Dali er í lagi.- Tað hoyrdist herfyri, at tangabilar, bilar hjá IRF og aðrir stórir bilar ikki vóru so glaðir fyri at koyra til bygdina, og tað er harmiligt, sigur Jóanes Johannesen.
Sum oftast koyrandi.
Fyrr var ikki óvanligt, at vegurin til Dals var stongdur um veturin, tá ið kavi lá, men soleiðis er ikki longur.- Seinnu árini hevur tað ikki bilað við, at tað ikki hevur verið koyrandi eftir vegnum. Tað hevur verið sjáldan, men tað er komið fyri. Í dag eru amboðini, sum teir brúka til at grava við, eisini nógv betur, enn tey vóru fyrr, og tí gongur tað nógv skjótari. Men tað tekur tíð at rudda, tí á Dalsvegnum kanst tú ikki bara skúgva kavan til viks, tí vegurin er sum hann er. Tú noyðist at lempa kavan útav, sigur Jóanes Johannesen.Hann greiðir frá, at honum kunnugt er bara einaferð komið fyri, at grót er lopið á ein bil, sum er komin koyrandi eftir vegnum.- Tá kom ein steinur inn gjøgnum forrútin á bilinum, og hann endaði millum forsetrini og gjørdi ongan skaða á nakað fólk, sigur Jóanes Johannesen at enda. © Dimmalætting terji@dimma.fo

Mynd: Alan Brockie

Í einum fylgiskjali til heildarætlanina hjá Landsverk stendur at lesa, at ársmiðalferðslan á farleiðini Dalur-Húsavík er niðan fyri 200 bilar um dagin, og at fimm fólk eru skrásett til at pendla úr Dali og eingin til Dals hvønn arbeiðsdag. Eisini stendur, at eitt óhapp uttan fólkaskaða er skrásett seinastu fimm árini á farleiðini.Farleiðin er ótíðarhóskandi. Landsverk sigur í skjalinum, at vegurin er rættiliga smalur, og trupulleikar eru í støðum av omanlopi og gróti á vegnum, og nakað av trupulleika eru við kava eisini. Sagt verður, at farleiðin er ótíðarhóskandi.Í síni heildarætlan hevur Landsverk mett um tvær loysnir. Onnur er at fjallatryggja og dagføra Dalsvegin, og hin er at gera ein tunnil millum Húsavík og Dal. Niðurstøðan hjá Landsverki er, at hvørgin av loysnunum loysir seg sambært kostnyttu útrokningunum, men at útrokningarnar tó greitt vísa, at loysnin at dagføra og fjallatryggja er tann frægara loysnin, tí at íløgurnar til ta loysnina eru nógv minni enn íløgan til ein tunnil. Hinvegin vísir ein lýsing av avleiðingunum av loysnunum, at loysnin við einum tunnli hevur fleiri positivar avleiðingar enn hin loysnin. Serliga er tað ferðslutryggleikin, tað at kenna seg tryggan, sum verður mettur at gerast eitt sindur betri við tunnilsloysnini, stendur í skjalinum.Ein tunnil er teknaður, og hann er 3050 metrar til longdar. Kostnaðurin fyri ein slíkan tunnil sambært projektinum verður mettur at liggja um eini 125 milliónir krónur, og tá verða nýggir vegir gjørdir í bæði Húsavík og Dali, og síðani verður knýtt í verandi landsveg.Kostnaðurin fyri at fjallatryggja og dagføra verandi veg er sambært heildarætlanini hjá Landsverki umleið 13 milliónir krónur.

Sunday, March 1, 2009

Myndir frá Hansinu

Hansina hevur latið dalssíðuni myndir, nakrar eru komnar inn í "Gamlar myndir". Summi nøvn eru við , men ikki øll. Takk fyri Hansina! Hendan myndin er av grind í Húsavík.