Sunday, May 10, 2020

Tak tað róligt!



 Gekk mær ein lítlan túr oman at hyggja at tí nýggja palllinum í Eiriksgarði. So flottur, og so stórur. Har verður gott at sita, tá ið hitastigini aftur koma upp um frostmarkið.  Tað næsta má vera at gera grótgarðin í stand, ein slíkur gamal grótgarður er eitt prýði. Hvussu gamal man hann vera, avgamal úr eini fjarari fortíð, tá  ið okkurt annað hús stóð her, ella frá tíðini, tá ið bygdarhúsið kom?


So gekk eg longur og sá vársins tekn fram við vegnum, mýrisólju og hagasólju og menniskjans egnu sissandi filturfongdu sólju, gul sum hinar, men ikki líka vælkomin.

 Eg sá eisini okkurt fólk á míni leið, undir veggi við frástøðu. Tveir komnir heim av langferð. Í sjálvbodnum sóttarhaldi umdir vegginum í sólini. Hvar er tað ikki herligt at kunna flyta seg í slowmotion gjøgnum bygdina í sólini. Annar krákufundurin var í morgun, hin var fyri eini viku síðani.




Sunday, May 3, 2020

Nú sprettur á fold og spírar



 Nú er nakað síðani eg var á Gomlurætt, og eg bleiv nokso kløkk at síggja hagan á Velbastað, uppgrivið og grót og skervur sandað útum,  tey vita kanska hvat tey gera, men ikki er tað pent.

Nú hoyri eg fyri mínum innanoyra, umeg ikki vil hava undirsjóvartunnil, ella hvat? Jú, men krevur tað so nógva oyðing?

Hetta er eitt løgið vár. Allar samkomur avlýstar og nógv einsemi. Kom suður í gjárkvøldið, sat í bilinum á dekkinum. Tað var annars forboðið fyrr.
Men í Dali er ikki nógv broytt, har er friðarligt og vakurt. Okey kirkjugangurin er avlýstur, men eg fekk prátað við Sannelenu á altanini og við Vilhelminu yvir um garðin. Gekk mær ein deiligan túr. Einsemi í Dali er ikki einsemi, men tíð í einingi upp á tann góða mátan. Nógv lív er í bygdini henda leygardag. Fleiri eplaveltur eru í gerð,og  í Toppi eru teir farnir at mála.





Og í dag var eg so heppin at verða boðin til døgurða á Bakkanum. Turið og Vitus eru altíð blíð at koma inn til og fáa dagføringar um bygdarlívið frá. Langt síðani eg havi etið seyðarhøvd.

Og tað sprettur og spírar allastaðni eisini um eitt lítið kavaæl kemur av og á. Eg sendi ein tanka til verforeldrini og hini í kirkjugarðinumí Dali, sum eg kendi.




TULIPANIR  OG
RABARBUR

Einasti snigil í idúllinum, so at siga ,var hetta telduruskið, sum onkur hevur sett í geilina  millum Putlhús og Toftagarðin, so at siga í túnið hjá okkum , halda tey kanska at ruskplássið er her? Tað kunna tey gott koma eftir og bera oman í bingjuna.