Sunday, September 28, 2014

Vilhelmina á teimum bonaðu gólvunum

Tað eydnaðist mær ongantíð at fáa myndir frá heiðursløtuni í Dali, tá ið Vilhelmina fekk medaljuna. Men nú seti eg myndina úr Jyllandsposten á bloggin. Teksturin er mest bara nøvn, men myndin av Vilhelminu er tann størsta og flottasta.
10714709_10152411116006448_1459200874_n

Sunday, September 14, 2014

Vikuskifti í Eiriksgarði

Eini 30 fólk harav 17 børn vóru vikuskifti í Dali. Eiriksgarður er sera hóskandi gisting til bólkar, eitt nú bindiklubbar, familjur ella aðrar klubbar. Køkurin er góður og arbeiðsligur og so væl útgjørdur, at køksarbeiðið nýtist ikki at taka so nógva tíð. Baðirúm er fínt og tað ber til at skildra rúmini sundur.

FB_20140914_22_52_59_Saved_Picture

Tey vóru túr í haganum hoppaðu trampolin, súkklaðu fullspeed gjøgnum bygdina.

Tey spældu í ánni og sóu nógv síl.

IMG_3280IMG_3281IMG_3277

…og foreldrini høvdu avtalað, at eingin hevði I-pad ella teldil við, so tað var herligt hjá børnunum at hava foreldrini heil hjá sær.

Áðrenn tey fóru at leggja seg um kvøldið, fóru tey at vassa í sjónum, so svevur mann so væl. Kampinghúsið er eisini deiligt at hava, um páparnir vilja fara at hyggja at fófbólti ella øll rullan skal spæla gekk.

IMG_3268IMG_3266

Tey vóru túr í haganum, og børnini vóru røsk at ganga.

IMG_3319IMG_3321IMG_3323IMG_3338

Og við í hetta tilmæli um Eiriksgarð hoyrir, at tað er sera ódýrt at búgva har.

Monday, September 8, 2014

Bødvar 50

P1030773

Høvuðspersónurin væl til passar sín stóra dag.

Bødvar Hjartvarsson ella snikkarin í Dali hevur hildið 50 ára føðingardag. Dagurinvarð hildin í Eiriksgarði í Dali. Eini 150 fólk savnað til ein deiligan nátturða. Bødvar hevði sjálvur útvegað og gjørt nógv av matinum til, til dømis hevði hann bakað alt breyðið. Vilhelmina segði, at Bødvar dugir alt, m.a. bakar hann altíð breyð. Maturin var sera góður, har var bæði breyð og viðskeri, grind og fiskur og kjøt, súpan og flógivr rættir. Og eingin nýttist at sita tystur heldur.

P1030785

 

Helga og Bødvar eru góð vertskapsfólk, og dalbingar eru væl staddir við tónleikarar, so tað mátti blíva eitt fínt kvøld. Sangur rungaði, og talur vóru hildnar fyri føðingardagsbarninum.

P1030800P1030811

Laila rósti beiggja sínum fyri hansara hjálpsemi og fyri at hann heldur familjuni saman, og Vilhelmina var takksom, at Helga og Bødvar valdu at búseta seg í Dali. Og systurdøturnar reistu seg allar og greiddu væl frá, hvussu arbeiðssamur og hjálpsamur Bødvar er.

P1030817P1030819

 

P1030814Jóannes í Stórhúsi, Pól Jákup og Emil spældu, og folk sang av hjartans lyst.

P1030806P1030858P1030871P1030878

Millum gestirnar var Torvald, pápabeiggi Bødvar, sum Bødvar hevur fylgt til Føroyar og fylgir aftur til Danmarkar.

P1030778P1030848

Yngsti gestur var ein lítil genta, sum Bødvar er ommubeiggi at, men eisini onnur børn vóru við.

P1030853P1030781

P1030776P1030777P1030786P1030788P1030792P1030847P1030860

Hjartaliga tillukku Bødvar og takk fyri eitt fínt kvøld!