Nú er Vitus gubbin farin. Hann sovnaði burtur í morgun 5. febr. 2025
Vitus fylti 86 tann 30. januar. Hann helt dagin á Landssjúkrahúsinum, og Mary og Turið syrgdu fyri, at hann fekk føðingardagskaku og føðingardagssang.
Vitus var sonur Fridu og Sofus Johannessen í Putlhúsi í Dali. Teir vóru tríggir brøður: Jógvan Adolf, Vitus og Hans Marius. Fyrsta eg kom til Dals, tað var í 1976, vóru tey fimm fólk í húsi, ja ikki beinleiðis "í húsi", tí at Jógvan búði í Skopun, og Hans Marius var í læru í Havn. Men teir vóru húsfólk kortini. Tríggir gamlir dreingir. Fryntlig fólk, sum tóku væl ímóti mær og Sólrun. Og nú var Vitus tann seinasti av teimum fimm, sum fór.Frida og Sofus við smágentunum Turið og Fridu Sofíu (1983) |
Tá ið Vitus og Turið komu saman vóru tey bæði rættiliga tilkomin, men tak tey! tey vóru so gift í yvir 30 ár. Við Turið fekk Vitus børn og barnabørn, og í heiminum á Bakkanum hava vit øll mangan sitið væl. Turið var sólstrálan hjá Vitusi, orkufull og sosial, akkurát tað, sum hesin smædni , innisæli fýrurin hevði brúk fyri.
Vitus hevur verið av raskastu monnum. Sjómaður frá heilt ungum árum og uppi í øllum vanligum arbeiði í bygdini. Vitus var góður við kríatúr, og seyðurin hevði tað sera gott í trøðni og í skúrinum. Heilt til ellisár gekk hann trúliga at geva seyðinum. Tey seinnu árini hevur Petur Hans verið álitið á Bakkanum, hevur virkað partvíst sum seyðamaður og partvíst sum húsavørður.
Vitus var sera barngóður, og tá ið Hans Marius var blivin sjúkur, var tað hann, sum legði lítlu Turið lag á at fletta og tummaði saman við henni.
Tá ið eg Hans Marius fingu børn, var eingin endi á øllum tí góða, tær skuldu fáa. Vitus gubbin og Jógvan gubbin vóru steinbýttir av diddunum. Frida Sofía æt bara diddan
No comments:
Post a Comment