Friday, November 27, 2009

Jólini nærkast í hvørjum

Jólini nærkast í hvørjum

Jólasølan í Dali.
Leygardagin 28.11 kl. 16-20
Sunnudagin 29.11 kl.16-19
Leygardagin verður eisini tombola og lutaseðlar!

Jólatræið í Húsavík verður tendrað sunnudagin 29.11 kl. 18
Prestur luttekur!
Kommunan bjóðar kakao og bollar í Sólarris aftaná!

Jólatræið í Dali verður tendrað sunnudagin 29.11 kl. 19
Prestur luttekur!
Kommunan bjóðar kakao og bollar í Eiriksgarði aftaná!

Thursday, November 26, 2009

Treðum lættliga dansin...


Eitt herligt dansikvøld á Sandi. Á denn góði matur, og súpanin góðin, hon slær ikki falskar mentur.
Hendan myndin er tikin av Facebook...

Wednesday, November 25, 2009

Jólini nærkast í hvørjum

Jólasølan í Dali.
Leygardagin 28.11 kl. 16-20
Sunnudagin 29.11 kl.16-19
Leygardagin verður eisini tombola og lutaseðlar!

Jólatræið í Húsavík verður tendrað sunnudagin 29.11 kl. 18
Prestur luttekur!
Kommunan bjóðar kakao og bollar í Sólarris aftaná!

Jólatræið í Dali verður tendrað sunnudagin 29.11 kl. 19
Prestur luttekur!
Kommunan bjóðar kakao og bollar í Eiriksgarði aftaná!

Saturday, November 14, 2009

Hús og húski í Dali


Soleiðis eitur nýggja bókin um Dal og Dímun, sum Jóhannes á Toft hevur givið út. Og bókin hjá Egon um Nólsoy er eisini útkomin.

Tuesday, November 3, 2009

Veturin í nánd







Seyðurin í trøðni er komin inn, betri seint enn aldrin at blíva klipt.

Friday, October 16, 2009

Eftir 10 ára frælsi í Illafløtti



Ólavur Groth og Brandur flettu og lítli Steintór gjørdi sperðilin. Einir 14 menn og einveðrur, ja tað var ein spennandi løta, tá ið hann varð hongdur á vektina. Eingin hevði veddað so høgt. Fleiri myndir í myndasavninum, trýst á tað lítla diasshowið á forsíðuni.

80 pund




Rakstur og ruskveður





Monday, October 5, 2009

Fyrstu ferð í SMS



Tíðliga skula góðir krókar krøkjast. Í dag sótu vit eina løtu saman við Jón Karli og mammu hansara og ommu hansara. Tað verður ikki tað sama tá íð hann fer at ganga har og shoppa í SMS

Sunday, September 27, 2009

Jón Karl fingið navn













Høgtíðardagur í Dali í dag. Tað er langt ímillum, at fastbúgvandi dalbingur verður doyptur. Men tað hendi í dag, so hugnaligt. Og hann eitur eftir báðum abbunum.




Sunday, September 20, 2009

Aftur í Dali

















Fríggjakvøldið stungu vit okkum til Dals. Leygardagin fór eg atvaska hjallin, og so var døgurðaboð á Bakkanum. Leygarkvøldið var føðingardagur í Eiriksgarði. René og Ronni hildu sín 20 ára dag. Harvar sangur, onkur fekk sær ein svingom, og Elin Løkin sang fyri føðingardagbørnunum. Lítlibeiggi hjá Tórhild og Símun Hannusi var við, so elskuligur.





Sunday, August 23, 2009

Vikuskifti í Dali 2


Spáka sunnumorgun í Dali. Fleiri myndir eru í myndasavninum, trýst á tað lítla diasshowið.
Tær hugna sær .

Teir hugna sær



Og tey hugna sær, ja megahugnaligt í góðum veðri.
Merry fann henda soppin á Haskájørð, men man hann vera etandi? Tað er spurningurin.



Sámal er í Dali eftir blandimaskinuni, nú er stoyping á skránni norðanfyri.