Sá hesar báðar damurnar í SMS í dag. Helt, at dalssíðan treingir til eina nýggja fína mynd. So ger so væl:
Tuesday, December 21, 2010
Sunday, December 12, 2010
Sunday, December 5, 2010
Sveinaprógv handað í Dali
Mynd: Bødvar Hjartvarson handar Hallur prógvið fríggjadagin (Mynd: sandportal.fo)
Hallur fekk sítt sveinaprógv
Hallur Thomsen gjørdist kendur, tá hann var við í sendingini ”Frætt og Fregnað” sum vitjaði arbeiðspláss hansara í Dali.
Her hevur Hallur Thomsen, ið er ættaður úr Suðuroy, lært á Snikkaraverkstaðnum hjá Bødvari Hjartvarson í Dali seinastu trý og eitt hálvt árið. Fríggjadagin fekk hann handað sveinaprógvið.
Henda dagin - 3. desember - var eisini altjóða dagur teirra brekaðu. Tað sjáldsama er, at bæði Hallur og Bødvar mangla ein fremsta fingur – Hallur høgra og Bødvar vinstra.
Sunday, November 7, 2010
Dalur – Dal – Dali -Dals
Petur Martin reinsar gásarungar, Hans Magni og Hansina draga hoyggj. Á Sandi taka tey upp epli, og Sanna bindur jólagávur. Diddan hjá Vinnie er bara so yndislig. Hyggið sjálvi! Hatta merkiliga grøna og gráa er ein troyggja, sum Sunneva Elisabeth bindur.
Monday, October 18, 2010
Myndir frá Sigrid av Facebook, av Emil og Sigrid og systkjum og familju, tá ið tey vóru børn
Mann sær , at Marita hevur verið røsk at passa Emil, og trillingarnir hava verið rundir og elskuligir í heimabundnum troyggjum.
Monday, October 4, 2010
Friday, October 1, 2010
Persónsmenskur
Mikudagin hitti eg Lív Rósu uppi í Gundadali, hon var sera tíðindafróð. Í dag fríggjadag havi eg notið edradagin í Havn, var og sá Laurusa framførslu um Jóhonnu Matiu Skylv, deiligt at hoyra søgurnar aftur. Og so var eg í Havnar kirkju eisini – fín konsert.
Subscribe to:
Posts (Atom)