![]() |
| Dalur flaggskrýddur |
Soljóðandi fráboðan var at síggja á facebook:
Hesir hava í yvir 50 ár trúfast røkt teirra sína: Jóanes N. Johannesen deknur og Sjúrður Nolsøe klokkari fáa “Den Kongelige Fortjenestmedalje”.
Anfinn Johannesen hevur eisini verið deknur í yvir 50 ár. Hann hevur áður fingið medalju fyri sítt trúgva arbeiði hjá Landsverk.
Kirkjuráðið við Helgu Hilmarsdóttir forkvinnu á odda vil heiðra hesar tríggjar menn við at handa teimum gávu, sum tøkk fyri trúgva tænastu.
Jógvan Fríðriksson biskupur handar medaljurnar.
Havstein Klein prestur prædikar. Sandoyarkórið syngur undir leiðslu av Susanne Brattaberg. Møðgurnar Gunna og Signhild Johannesen spæla á tvørfloytu.
Talvan gongur til frama fyri Neyðhjálp fólkakirkjunnar. Kringvarpið tekur gudstænastuna upp til sjónvarpið. Aftaná eru øll vælkomin til døgurða í Eiriksgarði.
Vælkomin til hátíðargudstænastu í Dals kirkju.
Kirkjan var fullsett, tá ið floytutónarnir hjá Signhild og Gunnu fyltu rúmið. Fyrst var ein, um eg so má siga, vanlig gudstænasta.
Sandoyarkórið sang bara ein sang, tað helt eg vera sera kollut, nú ið tey vóru komin til Dals so manssterk.
Bispur var í gullkápuni, sum tað sømir seg ein hátíðardag. Har var gylt av prestum (Jákup, Havstein og Borgný), so arbeiðið hjá bispi í dag var at handa medaljur. Hann hevur humor, bispur. Hann helt fyri, at Havstein fekk bara nógv við í dag í prædikuni, hvør skal siga. Og so kallaði hann GUD ein skilamann, eg veit ikki, um hon hoyrdi í sínum himli, men tað tók hon nokk bara sum skemt.
So kom tann spennandi parturin, nevniliga gávurnar frá kirkjuráðnum, tríggir eins stórir pakkar. Tá ið vit øll vóru komin í Eiriksgarð pakkaðu teir upp. Tríggir málningar við bíbilskum myndevni eftir Hilmar Højgaard. Jesus hittir kvinnuna við brunnin, Jesus rísur úr grøvini og Jesus gongur á sjónum - tað sjáldsama við málningunum var, at Dals kirkja var sett inn í allar.
![]() |
Í Eiriksgarði hevði Borgný, sum er komin heim at fagna pápa sínum, eina stutta talu, sum dóttir og sum kirkjufólk. At vera kirkjufólk er eisini ein uppgáva, tí uttan kirkjufólk er eingin kirkjugangur. Sjúrður hevði eisini eina talu og Annfinnur takkaði dalbíngum fyri trúfesti.
Dalsbloggurin ynskir øllum trimum til lukku!











No comments:
Post a Comment