Frida S. og maðurin og børnini vóru ein dag í Dali, og akkurát tá var “Ferðaliðið” hjá útvarpinum í Dali. So sjálvandi vildu tey hitta FS á máli. Vit komu í mjørka og sirmi, men vaknaðu upp til sólskin.
Útvarpsmaðurin Eyðfinn situr her í sólini saman við ferðafólki. Og dalbingar vóru niðri á Oyrum og sungu.
Og studio var á tjaldplássinum, tey komu í sínum nógv umrødda kampletti.
Børnini vóru á vøllinum og í reiggjunum, og so heilsaði eg upp á John og Hans Magna.
Eg gekk mær ein túr í tuflunum frá Sofusi, men – og tað er ikki at baktala Sofus – tær eru ikki góðar at ganga í.