Fyrsti sálmur í dalskirkju í dag var Tíðin rennur sum streymur í á eftir Fríðrik Petersen, og lesturin var ein hjá Gudmundi Bruun. Hann byrjar við einari so vakrari mynd av Bøsdalafossi, har hann stendur á einum stórum steini úti í miðjuni við streymandi ánni báðumegin við. Kirkjan stendur á klettinum, meðan tíðin rennur framvið. Fyrst hugsaði eg, er tað ringt ella gott, stendur hon í stað sum ein gamaldags leivd, ella stendur hon sum ein bjarging, ein góður stabilisator í lívsins hurlivasa? Høvundurin tulkar avgjørt myndina upp á seinna mátan. Eitt annað poeng hjá Gudmund Bruun var, at kirkjan, samkoman ella felagskapurin má ikki vera sær sjálvum nóg mikið og útihýsa øllum øðrum. Ævigt galdandi góð ráð.
![]() |
Annfinn, Helga, Sjúrður |
Helga hevur tikið arvin upp eftir mammuna , Vilhelminu, sum urguspælari. Í dag tóku hesi trý sær av gudstænastuni.
Í Dali er ymiskt á skránni, nú ið summarið er í koming. Á Toft byggja tey útipall og nýtt rúm innanfyri. Tey á Deild og í Malthúsi arbeiða altíð við onkrum. Johild setir niður epli, og Bødvar vaskar húsbilin. Í Putlhúsi verður umskipað, so at tað verður rúmsáttari í stovuni.
Hesir báðir eru farnir at mála kirkjuna.
![]() |
![]() |
Ein vælsignað løta á Bræðnum |
![]() |
Og hesir báðir ganga túr |