Tuesday, January 13, 2009

Dals kirkja 20 ár

Í 20.oktober eru 20 ár liðin, síðani kirkjan í Dali varð vígd av Jákupi Joensen, prósti, sála.
Hettta var høgtíðsdagur við lít, tí at umframt próstin vóru eisini Kristian Djurhuus løgmaður, Elkjær-Hansen ríkisumboðsmaður, sóknarpresturin Blicher Winther, prestarnir Eivind Vilhelm og Axel Torgarð til staðar, umframt aðrar gestir, iðvóru komnir til vígsludagin.
Kirkjan er bygd av timbri og teknað av Kristoffer Kristoffersen í Tórshavn, meðan Jákup Oluf Jacobsen, byggimeistari í Fuglafirði hevði arbeiðið í hondum. Innan er kirkjan málað við ljósum litum. Altartalvan er málað av dananum Ernst Trier við fyrimynd úr tí heilagu kvøldmáltíðini. Ein sera einfaldur og livandi málningur. Altarsilvurið, kalikur, diskur, kanna og breyðdós er gjørt av dananum C.C.Hermann. Á altarinum standa tveir stórir og tveir smáir stakar, ið kirkjufólkið sjálvt hevur givið. Tann stóra ljósakrúnan undir loftinum er givin av fyrrverandi sandoyarpresti, Ottesen. Runt veggin í kirkjuskipinum hanga tær gomlu petroleumslampurnar, ið hingið hava í løgtingshúsunum í Havn. Dal skirkja fekk lampurnar frá Skopunar kirkju, har tær høvdu hingið frammanundan. Kirkjuklokkan er eisini givin av kirkjufólkinum við innskriftini:

Eg ringi hátt fyri norðan Skorð,
Til dóps og orð og altarborð,
Í sorg og gleði
Til troyst og megi
Á Harrans halga degi.

Fyrsta orglið í kirkjuni var eitt harmonium, men fyri góðum ári síðani fekk kirkjan pípuorgul bygt í Týsklandi. Kirkjugarðurin, ið er bygdur av malargróti, er sera prýðiligur. Hann var liðugur í 1955. Fyri hesum megnartiltaki at fáa dalbúgvum kirkju stóð tann ágrýtna og virkisfúsa lærarinnan í bygdini, Malvina Clementsen, ið frammanundan, meðan hon starvaðist í Skúvoy, hjálpti skúvoyingum at fáa kirkju bygda. Til Húsavíkar sókn hoyra tær tríggjar bygdirnar Húsavík, Dalur og Skarvanes. Áðrenn kirkjan í Dali var bygd, fóru allar kirkjuliga handlingar fram í sóknarkirkjuni í Húsavík. Hetta vóru sera ríkar løtur, tá allar bygdirnar hittust í felagsskapi, bæði í gleði og sorg. Vanligt var, at dalbúgvar fingu messuboð fríggjadag, so teir kundu fyrireika seg til messuna. Gomul fólk fóru sum oftast dagin fyri til Húsavíkar, har tey gistu um náttina. Hini fóru tíðliga sunnumorgun og beinleiðis til teir føstu vertirnar, hvørt húsið hevði, at skifta klæði og skógvar. Eftir messuna varð aftur farið til vertirnar at eta døgurða, sum oftast fiskamat, áðrenn leiðin gekk aftur til Dals. Hesin bygdarsiður helt sær til fyri 20 árum síðani, tá ið Dals kirkja varð tikin í nýtslu. Í hesi 20 ár kirkjan hevur staðið, hava hesi fólk havt tænastu við kirkjuna. Deknar: Gunnar Johannesen, ið eisini las lestur í skúlanum, áðrenn kirkjan kom. Tá hann legði frá sær, fór Sofus Johannessen at lesa. Í dag eru Anfinn og Jóannes Johannesen deknar. Klokkari øll árini hevur verið Demmus Nolsøe. Organistar: Fyrstu árini spældi Malvina Clementsen og Hansa Olsen. Núverandi organistur er Vilhelmina Larsen. Gravarar eru Jógvan Joensen og Ludvig Johannesen. Prestar hesi farnu árini hava verið: Blicher-Winther, Frímann á Brúnni og Bergur Jacobsen. Tað kann av sonnum sigast, at dalbúgvar hava tikið ímóti kirkjuni við opnum hjørtum, tí at lutfalsliga eru fá pláss í Føroyum, ið hava so góða kirkjugongd sum Dalur.

innsent: Andrass Jacobsen, Haraldsund)

No comments:

Post a Comment