Síður

Tuesday, July 21, 2026

Dalstunnilin latin upp

 Fagnaðardagur í Dali  18. juli 2026, nú var endiliga klárt at lata dalstunnilin upp. Veðrið var so frálíkt, og nógv fólk vóru í Dali henda dagin. Við tunnilsmunnan í Dali spældi Havnar hornorkestur, og talur vórðu hildnar. Anna Paulina, sum er borgarstjóri í Húsavíkar kommunu helt eina frálíka talu. Eitt tema, sum eg helt var so gott, var hetta við, at kostnaður og virði er hvør













sítt. Eitt er hvat ein tunnil kostar, eitt annað er, hvat virði og nyttu hann ger fyri fólkið á staðnum.

Vit vóru fleiri, sum gingu úr bygdini niðan gjøgnum neytageilina, sum nú er gjørd í stand. Nógvir rennarar og súkklarar og fólk til gongu komu úr Húsavík. Turið á Bakka, sum er elsta fólk í Dali, koyrdi gjøgnum tunnilin aftná  Sjúrði, sum koyrdi "skúlabussin", saman við Lonu, Gnippu og Annfinn. So festligt.






Niðri í bygdini var kaffi og kaka í Eiriksgarði, sól oman og niðan, tónleikur og sangur. Og tá ið gestirnir vóru farnir av bygdini, grillaðu dalbingar burgarar og pylsur. Seinni fóru vit inn í Eiriksgarð, og har rungaði sangur,  og vit tóku eiisni saman eina løtu.












Sunday, July 12, 2026

Nú er summar

 Í Dali er nógv í gongd. Slótturin er fyri, og ikki at gloyma: um eina viku letur Dalstunnilin upp. Bygdin vísir seg frá sínari bestu og vakrastu síðu.












Bødvar ger nýggjan garð um plantasjuna













Petur slær garðin í Malthúsi.




Á Hólmafløtti er so hugnaligt, bæði á útpallinum og í garðinum, har Mia og mamma hennara spæla.



Í Rennuni hava tey skift vindeygu, so Rennan sær strálandi út í sólini. Og deiligt at njóta ein kaffimunn uttanfyri.



Gnippa og Sólborg og Anders bjóða kaffi og kaku og Gnippa fortelur, at ommusonurin lítli Poli fer at flyta inn í gomlu Klæmintsovu, so ótrúliga spennandi framtíð í Dali.







Og nú nærkast alvorliga, núið trygdarvenjingin hevur verið.