Friday, March 13, 2009

Dalbingar bíða eftir tunli (Grein úr Dimmalætting)

Í mong, mong ár hevur verið tosað um at gera ein tunnil til Dals, men enn er hesin ikki komin. Men sambært Jóanes Johannesen, lærara í Dali, hevur tað avgerandi týdning fyri framtíðina hjá bygdini, at ein tunnil kemur. - Sjálvandi er einki at ivast í, at fólk, sum ætla at seta búgv í Dali, í nógvum førum ivast í hesum, um tunnilin ikki kemur, sigur Jóanes Johannesen. Dalbingurin Jóanes Johannesen hevur sjálvur í mong ár ferðast dagliga eftir vegnum millum Dal og Húsavík, tí hann hevur áður starvast sum lærari í Meginskúlanum á Sandi, og hann kennir tí vegin, sum kom í 1963, ógvuliga væl. Hann sigur, at tað er púra vanligt, at grót leypir á vegin.Lítið av viðlíkahaldi gjørtJ. Jóanes Johannesen greiðir frá, nú vit standa uttan fyri gamla bygdaskúlan í Dali, at vegurin til Dals kom í 1963.- Tað tók eini 20 ár at gera hann. Teir byrjaðu upp á hann í 1943, men tað tók so langa tíð at gera hann, tí í fyrstuni var hann kommunuvegur. Kommunan er ikki so stór, og tí hevði man ikki so nógvar pengar at gera vegin fyri. Tað gekk nøkunlunda í fyrstuni, men tá ið man kom har til, at tað varð neyðugt at spreingja, bleiv tað dýrt, og so gekk seinni, greiðir Jóanes Johannesen frá.Hann sigur, at øll hesi nærum 46 árini, ið vegurin hevur millum Dal og Húsavík, er ógvuliga lítið av viðlíkahaldi gjørt á vegastrekkinum.- Tað bleiv bilverja sett upp frá einaferð miðskeiðis í sjeytiárunum og frameftir. Í fyrstuni vóru tað bara sovorðnir stabbasteinar, sum vóru bilverja, greiðir hann frá.Farleiðin hevur mangan verið søgd at vera vandamikil, tí at brattlendi er, og vandi er fyri omanlopi á vegnum.- Tað hava verið stór omanlop, og okkurt hevur verið so stórt, at autoverja og alt fór í havið. Í Húsisbergi leyp undan vegnum einaferð, og í Dalsbergi leyp eisini undan vegnum, og tá var tað so nær, at asfaltið klovnaði, men tað er tryggjað ordiliga nú, sigur Jóanes Johannesen, sum sjálvur fleiri ferðir hevur upplivað, at hann hevur veri ð noyddur til at rudda vegin fyri grót, tá ið hann er komin koyrandi.- Eg haldi, at tað er soleiðis her í Dalsbergi, at her kann grót koma niður allastaðnis, leggur Jóanes Johannesen afturat.Tosið um tunnil er gamalt . Skúlalærarin í Dali sigur, at tað er ikki nakað nýtt, at man tosar um ein tunnil millum Dal og Húsavík, tí tað hevur verið uppi og vent í mong ár.- Eg haldi, at man hevur tosað um ein tunnil seinastu 40 árini. Vegurin var sjálvsagt ómetaliga týdningarmikil, tá ið hann kom. Men sjálvandi er einki at ivast í, at fólk, sum ætla at seta búgv í Dali, í nógvum førum ivast í hesum, um tunnilin ikki kemur, sigur hann.Jóanes Johannesen greiðir frá, at tað sá rættiliga ljóst út við møguleikunum fyri einum tunnli fyri nøkrum árum síðani.- Eg haldi, at tað var fyri eini trimum árum síðani, at tað sá rættiliga ljóst út. Tá blivu royndarboringar gjørdar í fjallinum, og vit sóu eisini eina tekning av tunnlinum, men nú veit eg ikki, soleiðis sum tíðirnar eru, sigur dalbingurin.Hann sigur, at tað hevur nógv at siga fyri framtíðina hjá bygdini, at vegasambandið til og úr Dali er í lagi.- Tað hoyrdist herfyri, at tangabilar, bilar hjá IRF og aðrir stórir bilar ikki vóru so glaðir fyri at koyra til bygdina, og tað er harmiligt, sigur Jóanes Johannesen.
Sum oftast koyrandi.
Fyrr var ikki óvanligt, at vegurin til Dals var stongdur um veturin, tá ið kavi lá, men soleiðis er ikki longur.- Seinnu árini hevur tað ikki bilað við, at tað ikki hevur verið koyrandi eftir vegnum. Tað hevur verið sjáldan, men tað er komið fyri. Í dag eru amboðini, sum teir brúka til at grava við, eisini nógv betur, enn tey vóru fyrr, og tí gongur tað nógv skjótari. Men tað tekur tíð at rudda, tí á Dalsvegnum kanst tú ikki bara skúgva kavan til viks, tí vegurin er sum hann er. Tú noyðist at lempa kavan útav, sigur Jóanes Johannesen.Hann greiðir frá, at honum kunnugt er bara einaferð komið fyri, at grót er lopið á ein bil, sum er komin koyrandi eftir vegnum.- Tá kom ein steinur inn gjøgnum forrútin á bilinum, og hann endaði millum forsetrini og gjørdi ongan skaða á nakað fólk, sigur Jóanes Johannesen at enda. © Dimmalætting terji@dimma.fo

Mynd: Alan Brockie

Í einum fylgiskjali til heildarætlanina hjá Landsverk stendur at lesa, at ársmiðalferðslan á farleiðini Dalur-Húsavík er niðan fyri 200 bilar um dagin, og at fimm fólk eru skrásett til at pendla úr Dali og eingin til Dals hvønn arbeiðsdag. Eisini stendur, at eitt óhapp uttan fólkaskaða er skrásett seinastu fimm árini á farleiðini.Farleiðin er ótíðarhóskandi. Landsverk sigur í skjalinum, at vegurin er rættiliga smalur, og trupulleikar eru í støðum av omanlopi og gróti á vegnum, og nakað av trupulleika eru við kava eisini. Sagt verður, at farleiðin er ótíðarhóskandi.Í síni heildarætlan hevur Landsverk mett um tvær loysnir. Onnur er at fjallatryggja og dagføra Dalsvegin, og hin er at gera ein tunnil millum Húsavík og Dal. Niðurstøðan hjá Landsverki er, at hvørgin av loysnunum loysir seg sambært kostnyttu útrokningunum, men at útrokningarnar tó greitt vísa, at loysnin at dagføra og fjallatryggja er tann frægara loysnin, tí at íløgurnar til ta loysnina eru nógv minni enn íløgan til ein tunnil. Hinvegin vísir ein lýsing av avleiðingunum av loysnunum, at loysnin við einum tunnli hevur fleiri positivar avleiðingar enn hin loysnin. Serliga er tað ferðslutryggleikin, tað at kenna seg tryggan, sum verður mettur at gerast eitt sindur betri við tunnilsloysnini, stendur í skjalinum.Ein tunnil er teknaður, og hann er 3050 metrar til longdar. Kostnaðurin fyri ein slíkan tunnil sambært projektinum verður mettur at liggja um eini 125 milliónir krónur, og tá verða nýggir vegir gjørdir í bæði Húsavík og Dali, og síðani verður knýtt í verandi landsveg.Kostnaðurin fyri at fjallatryggja og dagføra verandi veg er sambært heildarætlanini hjá Landsverki umleið 13 milliónir krónur.

No comments:

Post a Comment