Thursday, January 3, 2013

Listarlig uppliving – Jøkils kvæði

Á blogginum listin.blogspot skriva Kinna og Inger um listarligar upplivingar av ymsum slag. Og nú um árskiftið hava tær havt líkasum ársuppgerð av tí besta. Ongantíð eru kvæði ella dansur sloppin við har. So nú skal eg skriva um dansin í Dali nýggjársdag.
Teksturin: Kvæðið, sum talan er um, var Jøkils kvæði. Høvuðspersónurin er Jøkil Búason og frægari avrekskappa verður torført at finna, tá ið hann er í havsneyð við øllum sínum monnum, endar hann á einum skeri, men hann svimur til lands, fyrst sjálvur, og síðani við monnunum, 18 í tali. Hann heldur vakt um náttina. Men hann finnur sín maka í Gnippu, hon er bara 11 ár, men eitt risastórt kvendi:
Kjálka stuttar og enni svartar,
nevið langt til vissa,
varrar niður á bringu hingu,
ikki var dámt at kyssa.
Hetta við at kyssa kemur líkasum upp úr ongum. Tær eru tvær systrar og ætla at stjala vrakgóðs frá Jøkli, so honum er valla kossur í huga, men yrkjarin hevur kortini sín hug við kossin, í hvussu er ikki alskarans koss. Og eitt sindur seinni, tá ið Jøkul hevur dripið Gyðju og felt Gnippu, er aftur eitt ørindi, sum ber dám av 1000 ára gomlum porno:
Jøkil visti um gomul kneb,
hann fót fyri Gnippu brá,
høvdið fall til jarðar niður,
bulurin aftaná.
Gnippa leit mót Jøkli upp,
mælir av tungum trá:
Nýt nú fallið kallmaður,
og vita hvat tú formár.
Tey gera eina avtalu bæði, men kvæðið endar, áðrenn vit fáa at vita, hvat spyrst burtur úr samstarvinum. Sera nógv avgjørdur og grovur stílur, og persónarnir eru ævintýrverur við ævintýrnøvnum – Surtus, Sirpa og Eitil.
Kvøðingin: Skipari var Jóannes í Stórhúsi og sær við lið hevði hann Jónleif. Orð og lag í fullkomnum samljóði, eisini tað høggandi lagið, sum dalbingar ofta brúka, var synkront. Og sjónleikurin, tí at sjónleikur var tað, tá ið Jøkil feldi Gnippu, og teir fegnaðust um sigurin, tað var stuttligt og eitt lítið sindur illavorðið.  At síggja feðgarnar, so findarblíðar á brún og brá, lítandi hvør móti øðrum og fevnandi okkum onnur – tað var stórt.
Áhoyrarin: Ongin søga við ongum áhoyrara, ongin sjónleikur uttan áskoðara. Dansurin var í Eiriksgarði í Dali, og vit vóru eini 50 fólk í dansi. Tað var eyðsæð, at vit øll fylgdu væl við í søguni og vóru klár at kvøða niðurlagið hvørja ferð. Mær kom tað fyri, sum um eisini tey, sum dugdu tekstin, vildu heldur lýða á og hyggja at enn  kvøða ov hart sjálvi, tað gjørdi so aftur, at vit fingu rættiliga notið framførsluna.
(Og nei - myndatólið var í lummanum, tað hevði verið halgibrot at farið at blitsa har.)

1 comment: