Fagnaðardagur í Dali 18. juli 2026, nú var endiliga klárt at lata dalstunnilin upp. Veðrið var so frálíkt, og nógv fólk vóru í Dali henda dagin. Við tunnilsmunnan í Dali spældi Havnar hornorkestur, og talur vórðu hildnar. Anna Paulina, sum er borgarstjóri í Húsavíkar kommunu helt eina frálíka talu. Eitt tema, sum eg helt var so gott, var hetta við, at kostnaður og virði er hvør
sítt. Eitt er hvat ein tunnil kostar, eitt annað er, hvat virði og nyttu hann ger fyri fólkið á staðnum.
Vit vóru fleiri, sum gingu úr bygdini niðan gjøgnum neytageilina, sum nú er gjørd í stand. Nógvir rennarar og súkklarar og fólk til gongu komu úr Húsavík. Turið á Bakka, sum er elsta fólk í Dali, koyrdi gjøgnum tunnilin aftná Sjúrði, sum koyrdi "skúlabussin", saman við Lonu, Gnippu og Annfinn. So festligt.
Niðri í bygdini var kaffi og kaka í Eiriksgarði, sól oman og niðan, tónleikur og sangur. Og tá ið gestirnir vóru farnir av bygdini, grillaðu dalbingar burgarar og pylsur. Seinni fóru vit inn í Eiriksgarð, og har rungaði sangur, og vit tóku eiisni saman eina løtu.
No comments:
Post a Comment