Tuesday, October 11, 2011

Húsagongd í Dali

Fyrst var eg úti á Bakka, so fylgdist eg við Borghild norðeftir, og hon bjóðaði kaffi á Bræðnum. So fór eg ein tú til Sigrid og Elinborg í Klæmintstovu. Seinni var eg í 1 ára f'øðingardegi í Gerðagili.

Dali okt 11 004

Borghild helt, at nú vóru vit skjótt mannað undir vegginum at draga bát.Dali okt 11 008Dali okt 11 013

Lítli Ólavur so eygagóðurDali okt 11 015Dali okt 11 019Dali okt 11 020

og Heidi ikki minni eygagóð, situr hjá fastur síni.Dali okt 11 023Dali okt 11 025

Saturday, October 8, 2011

At sjoppa leygarmorgun
















Fyrsta leggið var til Sands í automatbankan eftir pengum, tí Brynja hevði boðað frá, at hon tók ikki kort á lagursøluni. Síðani gekk leiðin til Skálavíkar á lagursølu, hon varð hildin í dansistovuni. Á +a tað vóru einar konur, og har var nógv at fáa, eg keypti m.a. ein deiliga jakka, sumeg fór í beinanvegin, tí tað er beista kalt í dag. Síðani fóru vit í Eilersdepil at fáa okkum drekka, vit fingu drekka, men Gallan var ikki opin, tí har var alt útleigað alt vikuskifti. Tað var Evangeliuhúsið í Havn, sum hevur familjulegu. 140 børn og vaksin. Vit prátaðu við møðgurnar Maibritt og Marina. Næsta stopp var Gerisgarður, har vit vitjaðu Leoniu og Elsu, vit heilsaðu eisini upp á Gimma og Mariannu í Slálanum. Og nú var tíð at fara til handils í Eldhúsi og so aftur til Dals.


Enn eru dalbingar ikki farnir í nakra skor, eg veit ikki, hvørjum teir bíða eftir.

Saturday, October 1, 2011

Hita upp til rakstur og slakt

Nógv fólk var í Dali um vikuskiftið. Mítt vikuskifti hesa ferð var frá hósdegi til leygardag.  Johild og Annika vóru í eplaveltuni, og genturnar hjálptu til. Menninir vóru eftir veðrum. Og nógvar gentur vóru í Rununi. Sandur er aftur lagstur í mølini, so tað var lagamanni at spæla í aldunum. Menninir práta undir vegginum um jørð og seyð. Á dett vælsignaða veður í dag eisini. Gleði meg at fara suður í heystferiuni. Tá verður nokk eisini nógv fólk, hevði veðrið bara verið gott. Áðrenn eg fór norð aftur fekk eg kjálkar og rabarbugreyt frá Turið og Vitusi..nammi namm.IMG_0363IMG_0364IMG_0368IMG_0374IMG_0378IMG_0380IMG_0404IMG_0413IMG_0419IMG_0420 - KopiIMG_0428IMG_0439IMG_0443IMG_0444IMG_0445IMG_0446

Thursday, August 11, 2011

Í hoyna

Dalbingar hava havt góðan terra hesa vikuna, og fleiru eru liðug at hoyggja. Hans Magni fer her við tí síðsta, og Vitus ger sátubørn. Helga og Róða mála, og rossini kláa hvørt øðrum. Madeleine og Herbert leita eftir blómum við barnafloruni hjá Guðrun Gaard í hond.035039041048049

028067074089105109

Monday, August 1, 2011

Dalbingar og gestir

Søren og Silas og Dina ganga túr í Dali, “ung í  arbeiði” stríðast og Leonia situr við  stokkum, og Jónas kemur á gátt.

006007008012016018019022

Friday, July 29, 2011

Bina í Malthúsi fyllir 85

Og Johild hevði náaturða á Argjum fyri ommudidd. Har var høvi at hitta dalbingar og onnur. Kalt borð við bæði grind g turrum kjøti…og kakurnar vóru leskiligar. Børnini høvdu kátt sítt lív í trampolin uttanfyri.
132
129
175

Thursday, July 21, 2011

Summar í Dali
































Dalssíðan er vorðin meiri og meiri ein feriubloggur, bara tá ið frítíð er, eru nýggjar myndir at síggja.

Í hesum døgum lúka ung í arbeiði fram við gøtum og gørðum. Tey í Rununi gera sær ein kassabil. Vitus og Turið hava fríðkað gravirnar hjá teimum gomlu á Bakkanum og hjá Sofus og Fridu. Kampingplássið er í brúki, í løtuni eru 3 vognar og eitt tjald. Johild tekur epli upp, hon hevur brúkt vistfrøðilig høsnatøð til ein part av veltuni, og tað vísir seg, at teir slokkaranir eru nógv flottari enn hinir, sum er veltir vanliga.