Saturday, October 8, 2011

At sjoppa leygarmorgun
















Fyrsta leggið var til Sands í automatbankan eftir pengum, tí Brynja hevði boðað frá, at hon tók ikki kort á lagursøluni. Síðani gekk leiðin til Skálavíkar á lagursølu, hon varð hildin í dansistovuni. Á +a tað vóru einar konur, og har var nógv at fáa, eg keypti m.a. ein deiliga jakka, sumeg fór í beinanvegin, tí tað er beista kalt í dag. Síðani fóru vit í Eilersdepil at fáa okkum drekka, vit fingu drekka, men Gallan var ikki opin, tí har var alt útleigað alt vikuskifti. Tað var Evangeliuhúsið í Havn, sum hevur familjulegu. 140 børn og vaksin. Vit prátaðu við møðgurnar Maibritt og Marina. Næsta stopp var Gerisgarður, har vit vitjaðu Leoniu og Elsu, vit heilsaðu eisini upp á Gimma og Mariannu í Slálanum. Og nú var tíð at fara til handils í Eldhúsi og so aftur til Dals.


Enn eru dalbingar ikki farnir í nakra skor, eg veit ikki, hvørjum teir bíða eftir.

No comments:

Post a Comment