
Thursday, October 13, 2011
Tuesday, October 11, 2011
Húsagongd í Dali
Saturday, October 8, 2011
At sjoppa leygarmorgun





Fyrsta leggið var til Sands í automatbankan eftir pengum, tí Brynja hevði boðað frá, at hon tók ikki kort á lagursøluni. Síðani gekk leiðin til Skálavíkar á lagursølu, hon varð hildin í dansistovuni. Á +a tað vóru einar konur, og har var nógv at fáa, eg keypti m.a. ein deiliga jakka, sumeg fór í beinanvegin, tí tað er beista kalt í dag. Síðani fóru vit í Eilersdepil at fáa okkum drekka, vit fingu drekka, men Gallan var ikki opin, tí har var alt útleigað alt vikuskifti. Tað var Evangeliuhúsið í Havn, sum hevur familjulegu. 140 børn og vaksin. Vit prátaðu við møðgurnar Maibritt og Marina. Næsta stopp var Gerisgarður, har vit vitjaðu Leoniu og Elsu, vit heilsaðu eisini upp á Gimma og Mariannu í Slálanum. Og nú var tíð at fara til handils í Eldhúsi og so aftur til Dals.
Enn eru dalbingar ikki farnir í nakra skor, eg veit ikki, hvørjum teir bíða eftir.
Saturday, October 1, 2011
Hita upp til rakstur og slakt
Nógv fólk var í Dali um vikuskiftið. Mítt vikuskifti hesa ferð var frá hósdegi til leygardag. Johild og Annika vóru í eplaveltuni, og genturnar hjálptu til. Menninir vóru eftir veðrum. Og nógvar gentur vóru í Rununi. Sandur er aftur lagstur í mølini, so tað var lagamanni at spæla í aldunum. Menninir práta undir vegginum um jørð og seyð. Á dett vælsignaða veður í dag eisini. Gleði meg at fara suður í heystferiuni. Tá verður nokk eisini nógv fólk, hevði veðrið bara verið gott. Áðrenn eg fór norð aftur fekk eg kjálkar og rabarbugreyt frá Turið og Vitusi..nammi namm.
Thursday, August 11, 2011
Í hoyna
Monday, August 1, 2011
Dalbingar og gestir
Søren og Silas og Dina ganga túr í Dali, “ung í arbeiði” stríðast og Leonia situr við stokkum, og Jónas kemur á gátt.
Subscribe to:
Posts (Atom)