Sunday, June 27, 2010

Vikuskifti í Dali




Altíð hugnaligt at vitja suður. Madeleine var heppin, at Annfríð eisini fór suður at vitja ommu og abba. Tær spældu saman alla tíðina. Tær perlaðu, kritaðu og spældu úti, og so vóru vit í trøðni og góvu seyðinum. Av øðrum virksemi kann nevnast, at Kjartan og Sunneva Elisabeth vóru úti og arbeiddu uppá húsini. Vágamenninir vóru og róku og kirkjugangur var í Klaksvík í staðin fyri í Dali, kirkjan skipaði fyri ferð til Klaksvíkar.

No comments:

Post a Comment