Vit fóru úr Havn kl. gott sjey. Eg og Inga Rósa, men ólukka í, súkklan hjá Ingu Rósu punkteraði beinanvegin, so hon mátti seta hana á Sandi og fáa lift til Dals. Á Gomlurætt sóu vit ein flokk av smágentum, sum skuldu sparka á Sandi, onkrar av teimum høvdu krákuband við sær. Eg slapp at taka myndir, tað minnir meg á mínar barnadagar, vit spældu nógv við krákuband. Gjørdu ymsar figurar koppur & skál, Eiffeltornið o.a., nú dugi eg bara krákufót og átta-bein-í-oksa. Í Dali var fólk bæði í Oyragarði og í Rennuni, deiligt at síggja Pola aftur. Borghild vísti okkum Bræðið, eitt upplivilsi. Húsini eru frá 1820unum, elstu hús í Dali. Borghild hevur ans fyri tí gomlu mentanini, tað sæst inni í húsunum. Vit vóru eisini til borðs í Oyragarði. Høvuðsørindini í Dali vóru basarurin, børnini sótu og bíðaðu eftir at sleppa oman í Eiriksgarð, men har hendi einki fyrr enn kl. 7. Men so var endiliga klárt at draga, og tað var drigið við lít. Í morgun fór eg aftur úr Dali kl. 6.35, í góðari tíð – mestsum ov, fekk sleip í Húsavík. Húsanummarið er á húsunum hjá Símuni og Súsan á Sandi, tað sær so flott út! Ná njótið myndirnar!
No comments:
Post a Comment