Dalssíðan er vorðin meiri og meiri ein feriubloggur, bara tá ið frítíð er, eru nýggjar myndir at síggja.
Í hesum døgum lúka ung í arbeiði fram við gøtum og gørðum. Tey í Rununi gera sær ein kassabil. Vitus og Turið hava fríðkað gravirnar hjá teimum gomlu á Bakkanum og hjá Sofus og Fridu. Kampingplássið er í brúki, í løtuni eru 3 vognar og eitt tjald. Johild tekur epli upp, hon hevur brúkt vistfrøðilig høsnatøð til ein part av veltuni, og tað vísir seg, at teir slokkaranir eru nógv flottari enn hinir, sum er veltir vanliga.
No comments:
Post a Comment