Nógv fólk var í Dali um vikuskiftið. Mítt vikuskifti hesa ferð var frá hósdegi til leygardag. Johild og Annika vóru í eplaveltuni, og genturnar hjálptu til. Menninir vóru eftir veðrum. Og nógvar gentur vóru í Rununi. Sandur er aftur lagstur í mølini, so tað var lagamanni at spæla í aldunum. Menninir práta undir vegginum um jørð og seyð. Á dett vælsignaða veður í dag eisini. Gleði meg at fara suður í heystferiuni. Tá verður nokk eisini nógv fólk, hevði veðrið bara verið gott. Áðrenn eg fór norð aftur fekk eg kjálkar og rabarbugreyt frá Turið og Vitusi..nammi namm.
No comments:
Post a Comment