Thursday, July 19, 2012

Ferðavinna í Dali

Sum nevnt í seinasta bloggi hava dalsfólk okkurt at bjóða ferðafólki. Tað síðsta nýggja er, at tey byggja eitt  ‘undirhús’, tað er ætlað teimum, sum eru á kampingplássinum. Har verða vesi, og so verður ein køkur og eitt uppihaldsrúm. Higartil hava hentleikarnir í Eiriksgarði verið nýttir, men tað verður betri at sleppa frá at hava Eiriksgarð tøkan til tað brúkið. Men húsið kann eisini nýtast til ungdómshús til dømis. Spennandi tiltak.

061

Tað er klárt at stoypa.

No comments:

Post a Comment