Í gjár var teirra stóri dagur. Vígslan var í Dali seinnapartin og brúdleypsveitslan var í Skopun um kvøldið.
Brúðurin var vøkur, sum ein prinsessa, og eftir gomlum siði varð skotið fyri brúðarparinum.
Í samljóð í Skopun var borðreitt til 270 fólk, og tað var eitt deiligt væl fyriskipað borðhald. Tey fingu talur og sangir, og vit fingu góðan mat frá Elisabeth og co.
Eftir borðhaldið var fýrverk uttanfyri, síðani var brúðardansurin og harnæst brúðarvalsurin. Alt var so pent og stílfult.
No comments:
Post a Comment