Vit fóru suður tíðliga seinnapartin leygardagin. Men Havnin í Skopun var rættiliga óblíð, físti og froysti eftir okkum, ikki fyrr enn á triðja sinni sluppu vit innum. Tvær ferðir fór báturin yvir til smoguna, men takk, hann noyddist frá aftur, sirklaði uttanfyri, nærkaðist so aftur. Tríggjar ferðir. Teir vóru farin at tosa saman umborð, at nú mundu vit fara yvirum aftur.Men tíbetur sluppu vit til Dals, jólatræið stendur so vakurt mitt í bygdini, og tarabrúgvin veksur so hvørt.
Á Bakkanum er altíd flótt at koma inn.
No comments:
Post a Comment