Ùtvarpið visti at siga, at í trimum bygdum skuldi 'hann sjálvur' halda flagdagsrøðuna. So var eisini á Sandi. Vit sungu flaggsangin og tjóðsangin, Jákup var forsangari. Jákup Reinert Hansen brúkti bíbilsøguna um tann burturvilsta sonin, og nei tað var ikki ein prædika. Hann dugdi væl at tala um dagsins problematikk og vera við 'tí góða orðinum'. Tey fara burtur, summi koma aftur, lat okkum taka væl ímóti teimum, kanska hin sonurin, sum gekk heima so avindsjúkur skuldi verið farin burtur? Og hatta oyðilandið skuldi sitið heima? Jákup helt eisini, at tað kundi verið áhugavert, um Føroya fólks eisini hevði ein sangbólk um útlongsul, eins og um heimlongsul.
Jú hann dugir 'hann sjálvur'.
Og í dag var eg á café í Dali, tað verður aftur í morgin kl. 16. Øll eru vælkomin.
Tað var spennandi at hoyra Annfinn siga frá grindaferðini hjá Hvalinum, tá ið Jógvan Adolf 14 ára gamal bleiv tikin av óløgi og skolaður í kneppið á Ludvigi, og útróðrarferðini hjá Sildini, sum var ein meiri skirvisligur bátur. Tað hevði verið fínt at fingið við í eina vangamynd, men tað er ikki so eyðvunnið at finna viðtalspartnara til vangamynd.
No comments:
Post a Comment