Laura og Páll eru ferðaleiðarar okkara henda túr úr Skálavík til Sands eftir gomlu bygdargøtuni. Laura sigur frá tí, Heðin Brú sigur í prosastykkinum “Ovari vegur” í Búravninum. Vit byrja við Tálgargil. Steðga so á við ymsi pláss, sum Heðin Brú nevnir, eitt nú Ketilgróvsheyggj.
Vit sita undir Ketilgróvsheyggi, har ein ketil fullur av gulli liggur fjaldur, men oman á liggur ein eldspýtandi ormur og verjir. Laura lesur Heðin Brú.
Tifaldará er mark millum Skálavík og Sand, og Konfirmantsteinurin er eitt hav, sum lestrarbørnini høvdu til roysni at lyfta, men Heðin Brúsa eg-persónur kláraði ikki at lyfta tað og hevði næstan ætlað sær at rýma til Amerika saman við tveimum øðrum, sum heldur ikki kláraðu tað - til at sleppa undan skommini
Tá ið vit komu til Sands var kaffi og pannukakur við mølheyggjarnar. Ein so herligur túrur, og eitt so fínt hugskot. Hetta er nakað, sum ‘visit’stovurnar skuldu gjørt meiri av. Varðaranir eru stak illa farnir har á leið, og Visitsandoy hevur eina stóra uppgávu at røkja har, kanska ‘ung í arbeiði’ ella skótarnir kundu gjørt okkurt. OG tað skal helst gerast, meðan onkur enn livir, sum veit , hvar gøtan er.
No comments:
Post a Comment