Tá ið Listasavnið á Sandi v/ Súsan í Jákupsstovu spílar seg út, tá veitst tú, at tú fært góðskugott undirhald. Sum Súsan sjálv segði, hon visti, hvat tey duga, sum hon hevði biðið. Og vit vóru ikki svikin. Ein fín skrá, sum vardi frá 14.30 til umleið 18.
Fyrst hevði Gunnar Hoydal eina hugleiðing um Sofus Olsen og hansara javnaldrar, tað var nú meiri um javnaldrarnar. Men sera áhugavert at hoyra um ættarliðið, sum varð borið í heim 1914 og har á leið, og sum seinni spældu týðandi leiklut í Føroyum. Gunnar flættaði eisini sína egnu søgu inn í søguna um okkara foreldrageneratión.
Olavur Jacobsen og hansara gittar vóru næst á palli, og hann er bara so góður. A myndini niðanfyri sæst hann saman við Niels Una Dam, sum las upp úr endurminningum hjá ommubeiggja sínum Sofusi. Tað var spennandi at hoyra Sofusa egnu rødd, so at siga. Hann hevur verið ein verri ein, ein treiskur sandingur, sum ikki góðtók eitt nei fyri eitt nei. Súsan segði eina pussiga søgu um, tá ið tey skuldu finna gravstein til Sofus, tey vildu hava ein rundan stein. Tá helt onkur, ein rundan stein til ein so fýrkantaðan persón!
Annar tónleikur var eisini á skránni, vit hoyrdu Róin Siggertsen (klaver og sang) og Arnold Ludvig (kontrabass, sum var læntur av Skarvanesi), teir sungu m.a. orð hjá Onnu, sum her sæst avmyndað saman við teimum. Arnold og Anna eru stutt síðani flutt til Sands.
Sunnleif Rasmussen greiddi at enda frá síni nýggju symfoni, sum er í gerð. Eitt unikt høvi at hyggja inn í listamansins verkstad.
Tá ið alt var av í listasavninum, fóru vit á bókasavnið til listaframsýnin og góðar bitar frá Lauru. Listaframsýningin er umrødd á www.b-av-s.blogspot.com
No comments:
Post a Comment