Um tú nú fert úr Havn áðrenn nátturðatíð, so er so líkatil at fáa sær pylsu umborð. Men so hevur tú gjørt tíni ørindi á Sandi, og nú eru tveir tímar til báturin fer. Upplagt at fáa sær ein bita, men hvar? Depilin hevur døgurða fyri teimum, sum búgva har klokkan 6, tú kanst kanska, bara um tey hava “tikið nokk upp”, fáa ein bita har, men kl. 6 ert tú ikki komin fram, um tú hevur verið ein túr í Hesti fyrst. Okey, so er Depilin ikki ein møguleiki, tí tey hava ikki opið fyri øðrum enn teimum gistandi. Pylsur eru hjá Steintór….Neystið í Skálavík er opið til 22, Elisabeth er altíð blíð at koma inn til. So tað blivu burgarar og jolly light, smakkaði fínt, men kanska pylsuvognur fleiri ferðir sama dag er nokso ófeitt. Og forrestin, so mátti mann aftur á kaiina at standa, tí um nú nógvir bilar eru…tað veit mann aldrin, og mann vil helst ikki standa eftir
No comments:
Post a Comment