Sunday, September 28, 2014
Vilhelmina á teimum bonaðu gólvunum
Sunday, September 14, 2014
Vikuskifti í Eiriksgarði
Eini 30 fólk harav 17 børn vóru vikuskifti í Dali. Eiriksgarður er sera hóskandi gisting til bólkar, eitt nú bindiklubbar, familjur ella aðrar klubbar. Køkurin er góður og arbeiðsligur og so væl útgjørdur, at køksarbeiðið nýtist ikki at taka so nógva tíð. Baðirúm er fínt og tað ber til at skildra rúmini sundur.
Tey vóru túr í haganum hoppaðu trampolin, súkklaðu fullspeed gjøgnum bygdina.
Tey spældu í ánni og sóu nógv síl.
…og foreldrini høvdu avtalað, at eingin hevði I-pad ella teldil við, so tað var herligt hjá børnunum at hava foreldrini heil hjá sær.
Áðrenn tey fóru at leggja seg um kvøldið, fóru tey at vassa í sjónum, so svevur mann so væl. Kampinghúsið er eisini deiligt at hava, um páparnir vilja fara at hyggja at fófbólti ella øll rullan skal spæla gekk.
Tey vóru túr í haganum, og børnini vóru røsk at ganga.
Og við í hetta tilmæli um Eiriksgarð hoyrir, at tað er sera ódýrt at búgva har.
Monday, September 8, 2014
Bødvar 50
Høvuðspersónurin væl til passar sín stóra dag.
Bødvar Hjartvarsson ella snikkarin í Dali hevur hildið 50 ára føðingardag. Dagurinvarð hildin í Eiriksgarði í Dali. Eini 150 fólk savnað til ein deiligan nátturða. Bødvar hevði sjálvur útvegað og gjørt nógv av matinum til, til dømis hevði hann bakað alt breyðið. Vilhelmina segði, at Bødvar dugir alt, m.a. bakar hann altíð breyð. Maturin var sera góður, har var bæði breyð og viðskeri, grind og fiskur og kjøt, súpan og flógivr rættir. Og eingin nýttist at sita tystur heldur.
Helga og Bødvar eru góð vertskapsfólk, og dalbingar eru væl staddir við tónleikarar, so tað mátti blíva eitt fínt kvøld. Sangur rungaði, og talur vóru hildnar fyri føðingardagsbarninum.
Laila rósti beiggja sínum fyri hansara hjálpsemi og fyri at hann heldur familjuni saman, og Vilhelmina var takksom, at Helga og Bødvar valdu at búseta seg í Dali. Og systurdøturnar reistu seg allar og greiddu væl frá, hvussu arbeiðssamur og hjálpsamur Bødvar er.
Jóannes í Stórhúsi, Pól Jákup og Emil spældu, og folk sang av hjartans lyst.
Millum gestirnar var Torvald, pápabeiggi Bødvar, sum Bødvar hevur fylgt til Føroyar og fylgir aftur til Danmarkar.
Yngsti gestur var ein lítil genta, sum Bødvar er ommubeiggi at, men eisini onnur børn vóru við.
Hjartaliga tillukku Bødvar og takk fyri eitt fínt kvøld!