Høvuðspersónurin væl til passar sín stóra dag.
Bødvar Hjartvarsson ella snikkarin í Dali hevur hildið 50 ára føðingardag. Dagurinvarð hildin í Eiriksgarði í Dali. Eini 150 fólk savnað til ein deiligan nátturða. Bødvar hevði sjálvur útvegað og gjørt nógv av matinum til, til dømis hevði hann bakað alt breyðið. Vilhelmina segði, at Bødvar dugir alt, m.a. bakar hann altíð breyð. Maturin var sera góður, har var bæði breyð og viðskeri, grind og fiskur og kjøt, súpan og flógivr rættir. Og eingin nýttist at sita tystur heldur.
Helga og Bødvar eru góð vertskapsfólk, og dalbingar eru væl staddir við tónleikarar, so tað mátti blíva eitt fínt kvøld. Sangur rungaði, og talur vóru hildnar fyri føðingardagsbarninum.
Laila rósti beiggja sínum fyri hansara hjálpsemi og fyri at hann heldur familjuni saman, og Vilhelmina var takksom, at Helga og Bødvar valdu at búseta seg í Dali. Og systurdøturnar reistu seg allar og greiddu væl frá, hvussu arbeiðssamur og hjálpsamur Bødvar er.
Jóannes í Stórhúsi, Pól Jákup og Emil spældu, og folk sang av hjartans lyst.
Millum gestirnar var Torvald, pápabeiggi Bødvar, sum Bødvar hevur fylgt til Føroyar og fylgir aftur til Danmarkar.
Yngsti gestur var ein lítil genta, sum Bødvar er ommubeiggi at, men eisini onnur børn vóru við.
Hjartaliga tillukku Bødvar og takk fyri eitt fínt kvøld!
No comments:
Post a Comment