Símun Hannis segði mær, at hann eitt árið taldi 76 bilar í Dali í heystferiuni, teir komu sum perlur á tráð oman av Sýn. Ja, nú var ljós í nógvum húsum í Dali. Vit vóru í Putlhúsi, og Turið fletti í Bakkakjallaranum. Eisini á Toft var ljós:
Fletting var í hvørjum kjallara og alla staðni lótu tey væl at skurðinum í ár, og fleiri løgdu afturat: ikki sum í fjør. Eg fór eina rundu við myndatólinum. Fyrsta stopp var í Toppi, har var sperðil gjørdur úr basarvinninginum.
Næst legði eg at í Oyrargarði, har var eisini góð manning, tveir ungir menn verða settir við í ár. Egon leggur teimum lag á.
Síðani stakk eg inn á gólvið í Haskátrøð, har gekk tað eisini fyri seg.
Seinasta stopp á hesum sinni var hjá Sjúrða. Har fekk eg skeið í modernaðari fletting, sum kortini er siðbundin. Sera læruríkt:
Tá ið seyðurin er dripin og høvdið skorið av, verður hann lagdur á hetta borðið. Borðið er boltað fast í gólvið. Á borðinum er ein mekanisma sum klípir seyðaskinnið, tá ið tú stígur á ein gaffil niðriundir. Skinnið við frambeinini verður so fest í borðið, og frambeinini verða bundin í spælið, sum so spakuliga togar skinnið av. Tó er sjálvsagt neyðugt at rista niður og tumma frammanav bógvunum.
Góðar umstøður eru í kjallaranum til at reinsa skarngarnar og annað.
Vit høvdu gestir í Bakkakjallaranum, Ísak og Bjartur vóru komnir suður at hyggja. Ísak fekk eina bløðru við heim. Turið greiddi væl frá, meðan hon fletti.
Og diddan helt, hetta fóru at verða góðir bitar á jólum.
No comments:
Post a Comment