Sunday, November 1, 2015
Vilhelmina 80
Ein hugsaði, at tað mátti blíva ein góður føðingardagur, tá ið nú sjálv Vilhelmina fylti ár. Hon, sum er eldsálin í bygdini, hon sum er víðagitin fyri síni skjaldur, hon sum dugir allar sangir og sagnir.
Og so varð! Fyrst var matur boðin gestunum, og buffetin var so góð, at hon fæst ikki betri. Har var bæði kalt og heitt. Og tað er fyrstu ferð eg havi sæð Sagnir og ævintýr, nýinnbundna sum borðpynt! Tey hava stíl hasi fólkini!
Vilhelmina var sjálv borðstjóri saman við Jóannesi í Stórhúsi og væl varð stýrt við mildari hond. Sangir, frásagnir og talur. Vilhelmina takkaði so hvørt fyri talur og heilsanir, og tað var ikki keðiligt.
Eisini stuttligt, tá ið tú ert í veitslu at síggja sangheftið, tað speglar jú hana, sum hevur sett saman. Vilhelmina hevði valt nógvar glaðar, lívsjáttandi sangir og so ein sálm. Sálmin umrøddi Vilhelmina í eini rørandi talu um seg og Hilmar og teirra lív saman.
Ein javnaldur hjá Vilhelminu helt eisini talu við eini sjáldsamari søgu, hon og Vilhelmina høvdu verið pennavinkonur sum børn, men ongantíð sæst fyrr enn fyri fáum árum síðani á einum túri til Týsklands. Tá ið øll skuldu presentera seg, kendu tær navnið á hvørjari aðrari. Síðani hava tær hitst javnan og ferðast saman.
Annfinn hevði eina stuttliga men inniliga talu til Vilhelminu, og vit, sum lýddu á, skilja, at mong minni og nógvar hendingar knýta tey bæði saman.
Men har vóru ikki bara talur, Vilhelmina fekk eisini tveir so sjáldsama góðar sangir, Annar var frá Vár Berghamar Jacobsen og hin frá Jónleifi. Og sangirnir siga so mangt um føðingardagsbarnið og hennara dygdir.
Sjálvandi er ikki føðingardagur í Dali uttan at farið verður upp á gólv, Vilhelmina skipaði sjálv (saman við Jóannesi) Sankta Jákup, tað var herligt at vera við til: Jákup fer siglandi á einum steini, so sterka trúgv hevði hann, og so sleppa vit at hyggja inn í helheim eisini, har fútin situr og krevur skatt, jú undirhald á høgum støði.
Eitt sjáldsamt var við hesum balli, at tað vardi frá kl. 12 um dagin og til út á náttina, nú veit eg ikki, nær ið tey fóru til hús øll. Kirkjugangurin í morgun var sum eitt framhald av føðingardegnum, føðingardagsbarnið við orglið og nógvir av gestunum vóru í kirkju. So hugfarsligt tá ið hond og ond kunna ferðast saman soleiðis.
Tuesday, October 20, 2015
Á heystardegi í Dali
Vit vóru øll í Dali í heystferiuni. Teir vóru á fjalli mánadag, og Turið kom suður týsmorgun við øllum sínum, og týskvøld høvdu tey flett tað, sum vit fingu. Men fjallið er ikki liðugt enn, har suðuri liggur seyðurin í fylgjum, og siðvenja er at reka í fleiri umførum - sera ópraktiskt hjá eigarum, sum ikki búgva á staðnum, og sum hava sett heystferiuna av til júst hetta arbeiði. Ja ja eg veit, uttanbygdarfólkið má laga seg eftir siðvenjum á staðnum, men tá ið tað næstan bara eru uttanbygdarfólk í haganum, tá er kanska nakað øðrvísi.
Annars gingu dagarnir sum vant, børnini vóru nógv úti, tey súkkla, og Kristina fer skjótt at læra seg, og Hebert brúkar eina unglingasúkklu.
Í skúlatúninum er virksemi av ymsum slag, Annfinn slær í plantasjuni, og Jónas kemur úr haganum við gásini. Og børnini sparka.
Og so er tað flettingin sjálvandi, blogglesarar skula ikki snýtast fyri bygdarsnobbarans myndir av “tálg millum fingrarnar og blóðslettir í andliti”, sum ein skrivaði á FB.
Gubbin er komin í kjallaran at hjálpa til
Tað er lættari, tá ið ein partur av tummingini er mekanisk.
Magna fer syngjandi svingandi út á Bakka við einari spann.
Og ikki at gloyma caféina, hvønn dag vóru vit á Café og drukku kaffi við so frálíkum klattum frá Henny afturvið.
Tordis, sum eg kendi væl, tann tíð tað var, var túr í Dali við familjuni, stuttligt at síggja hana, og slett einki broytt í tey uml. 50 ár. Tann ungi maðurin Kári segði seg hava gingið í skúla við Briani og Sølva í Lopra. Tað meini eg, so er …….
Monday, August 31, 2015
Bindiklubbi á ferð
Hugnaligt í Hoygarðinum við Gjógv, tá ið dalskvinnur komu útferð til Gjáar. Tær komu fyrrapartin, fóru í kirkju. Síðani gingu tær túr í bygdini, og aftaná døgurða fóru vit á basar. Eg vann ikki eitt
petti, men Annfríð fór avstað í nýggjari troyggju, og onkur hevði laks og saltfisk og karamellur suður við. Polli er ein rættur spælifuglur, hann vann termokannu og okkurt annað.
Sunday, August 23, 2015
Pól Jákup 60
Síðani Pól Jákup og Claire búsettust á Skarvanesi hava tey altíð sóknað nógv til Dal. Við sínum mongu talentum og hjálpsama verumáta hava tey mangan rætt eina hjálpandi hond.
Tað var tí so rímiligt, at Pól Jákup valdi Eiriksgarð í Dali til sín runda føðingardag.
Hann bjóðaði brunsj, og tey á Deild vóru hansara høgra hond. Eitt frálíka matligt sjálvtøkuborð, bæði við føroyskum mati, súpan og ymsum salati. Og omaná vóru herligar kakur, og Pól Jákup segði mær, at tað vóru drotningakakur, summar av teimum. Tí tá ið drotningavitjanin varð avlýst vóru longu úrvalssmákøkur bakaðar í Skálavík. Stikk den! Og Pól Jákupi líkt, so var eisini sera barnslig dessert at fáa, amagerstengur, sleikipinnar og bommarmbond vóru á kakuborðinum, so Magna var sum í himmiríki.
Og har var mong ein fjøður samankomin, musikkskúli og symfoniorkestur og familja og vinir. Alex Sólstein tók orðið og helt ein sera áhugaverda røðu, tað var um sangin “Í góðum veðri hann dyrgdi” . Hann segði, at sum smádrongur dugdi hann sangin uttanat á svenskum, also um ein svenskan drong. Hans Andrias hevði ein flokk í føroyskum og hoyrir, at genturnar sita og syngja henda sangin, hann spurdi so, um tey hildu ikki, at tey skuldu fara at týða sangin. Og tá ið skúlatíðin var farin, stóð “Í góðum veðri hann dyrgdi” á talvuni.
Pól Jákup er altíð fullur av søgum, og speiið gongur sum oftast út yvir hann sjálvan. Hann fortaldi, at familjan hevði leigað ein jacuzzi í Skálavík, og dagin eftir skuldi hann hoyra í undirhúsinum í Skálavík, at Pól Jákup hevði fingið so stóran avsláttur í Deplinum. Hví? Jú, tí at tá ið Pól Jákup (200 pund), Claire (eitt sindur minni), og hini í familjuni vóru í pottinum passaðu bara 14 litrar av vatni í.
Ein sangur var yrktur til høvið:
Tað er Oskar, sum hevur yrkt sangin til Pól Jákup.
Jóannes í Stórhúsi og føðingardagsbarnið spældu undir.
Eg var í føðingardegnum við Magnu og Kristinu, og tær føldu seg so væl. Pól Jákup er so sjáldsama barngóður og vinarligur. Og vit gjørdu kvettið, tí vit vóru eisini í kokkagildi í dag. Og tað vita øll, at tað er minst líka stuttligt. Magna nýtti høvi at dansa ein polka við kjólanum sum sløri, á myndini býður hon Vilhelminu dans.
Dalssíðan ynskir Pól Jákupi hjartaliga tillukku!
Thursday, August 6, 2015
SUMMAR Í DALI
Havi sett met (tey seinnu árini) nú ið eg havi verið næstan eina viku í Dali, alt ov sjáldan mann tekur sær tíð at vera við frið. Feriufólkið kemur og fer. Børnini hava fingið ein so deiligan hyl at spæla í í ánni.
Runufólkini eru komin suður og hava tikið bilin úr garasjuni.
Ingvard, Tórhild, Bogi og Elin
Men í Rununi fingu tey eisini sjáldsamar gestir, nevniliga Tær gomlu runusystrarnar, sum vóru komnar familjutúr til sítt gamla summarhús.
Magni, Kára, Marna, Erla og Rannvá
Húsini í Rununi eru nýmálað, og eisini Sigurd málar í full speed, so tað er hugaligt at síggja.
Grothsdøtur arbeiða í Malthúsgarðinum, og Jónas og Sjúrður súkkla og spæla Ipad.