Friday, January 2, 2015

NÝGGJÁR 2014

Seinast eg skrivaði nakað her á blogginum var 28. november. Men nú eri eg í Dali, havi hildið nýggjár her. Eg kom suður 30. desember til ljósprýdda bygd.

nýggjár 2014 007nýggjár 2014 005nýggjár 2014 010

Tey í Gerðagili hava sína egnu ljóslund, og húsini á Bakkanum eru eitt ljósslott.  Nýggjársaftan komu Turið og Vitus norð í Putlhús til døgurða, og nú vit eru liðug at eta, pikkar á dyr, og hvør skuldi tað vera annar enn níggju ungir menn, sum komu sum bálnevnd, teir fingu stundir at hoykja seg niður eitt bil, men so fóru teir at byggja bálið.

nýggjár 2014 017nýggjár 2014 018nýggjár 2014 020nýggjár 2014 022

Langt ímillum at stovan í Putlhúsi er full av fólki, Jónas er so fotogenur, og Bødvar riggar vaæl sum kóboy og elskar tað.

nýggjár 2014 026

Mær dámar so væl tann bláa traktorin við tí brúna mynstrinum, sum er javngamal við Jóannes í stórhúsi. Símun Erik var kosin til førara hetta kvøld við ruskfarminum.

nýggjár 2014 037

Hjartvard er farin at byggja bálið í og undir Jarnbardi, sum skal enda sína karrieru her við fremsta føroyska bygdarsúmbolinum á mastur.

nýggjár 2014 032

Og so…nei halt kipp, sum tey eru festlig í Dali, tá ið klokkan var umleið hálvgun ellivu, samlaðist fólkið niðri við bálið, og so var sangur við undirspæli. Og so kom nýggjársrøðan, tað er ikki bara drotning og løgmaður, sum hyggja aftur á árið. Í Dali helt Jónleif nýggjársrøðu, hann leit aftur á eplaárið og hoyggjúrtøku og best av øllum, hann hevði yrkt ein sang ella ein tátt, sum vit so sungu. Tað var tað, sum tey plaga at kalla ‘lokalt’ skemt við priki til ymsar hendingar í árinum.

nýggjár 2014 042nýggjár 2014 043nýggjár 2014 048nýggjár 2014 052nýggjár 2014 055nýggjár 2014 058nýggjár 2014 070

Tá ið klokkan so var tólv, var nýggjársklemm á skránni og so húsagongd. Sunneva Elisabeth og Kjartan og genturnar vóru blíð og týð.

nýggjár 2014 081nýggjár 2014 082nýggjár 2014 080

Bloggurin “dalsbygd” ynskir øllum lesarum GOTT NÝGGJÀR! (eg skrivi ein blogg aftur í morgin, tí eg havi so nógvar myndir)

No comments:

Post a Comment