Saturday, February 27, 2016

Sjúrður 70 ár

Nú var aftur føðingardagur í Eiriksgarði. Sjúrður og Eyðbjørg høvdu opið hús. Øll børnini uttan Anna vóru har, og Vilhelmina sendi henni heilsan í síni talu, sum fyri tað nógva snúði seg um børnini. Og tað má mann siga, tað er ein flott bukett av børnum og barnabørnum.

20160226_215808[1]

Vit fingu deiligan nátturða við øllum góðum, føroyskum og øðrum. Fleiri stuttligar talur vórðu hildnar: Gamli prestur legði dent á, tað høgu valdsmiklu støðu og ta torurødd, sum føðingardagbarnið hevur, tá ið hann stendur í kirkjutorninum. Eisini segði Jákup R. Hansen nakað um, at hann varð ávarðaður ímóti sandoyggjafólki, áðrenn hann fór suður sum prestur, tey høvdu ikki gott orð á sær.  Jónleif helt eina fína talu við minnum frá barnaárumí Dali, ta tíðina var Sjúrður kongur í Dali, mest, flest og skjótast var Sjúrðasa ummæli. Eisini aðrar talur løgdu dent á Sjúrðasa arbeiðssemi, áhaldni, og Anfinn segði, at tað var altíð gott at ballast saman við Sjúrði úti í bønum.
20160226_200959[1]
Jacobinusa lagkaka var sjáldsom og flott við fleiri symbolum, sum eyðkenna Sjúrðasa lív og virki.
20160226_201148[1]
20160226_200427[1]20160226_193548[1]20160226_195418[1]20160226_193431[1]20160226_193414[1]
Og sjálvandi sungu vit nakrar av teimum gomlu góðu við harmonikuundirspæli.
Dalssíðan ynskir Sjúrði tillukku.

No comments:

Post a Comment