Børnini høvdu tað herligt í nýggjari trampolin, nýggj reiggjusetur vórðu eisini hongd upp.
Nógv fólk var møtt í Bláa húsi kl. 10 um morgunin. Fyrst var morgunmatur á skránni, og Nóa og Oddbjørg nutu sína sjokolátu í botn!
So varð farið til verka: mølin, áin, framvið vegnum, aftan fyri skúlan, millum garðarnar og ikki at gloyma plantasjan. Ídnar hendur, gamlar og ungar hentaðu og pilkaðu. Ikki eitt ullarpu ella eitt karamellupappír slapp at liggja.
Onkur helt, at ein plagar at siga, at børn órudda, men ruskið var tað mesta frá vaksnum. Róða koyrdi sum ein brandur, tá ið hon var sloppin leys av brúnni.
Kampingplássið fekk ein ordans umgang, har var tað mest grót og gásarlortur.
Túnið millum Eiriksgarð og fótbóltsvøllin varð lagt undir grús, og har vóru ungar ídnar hendur. Jón arbeiddi við sveittabrot, og Nóa noktaði at taka ímóti hjálp tí at hann dugdi sjálvur, og vit síggja, at hann orkar at lyfta spakanum.
Ein slíkur ruddingardagur ger ikki bara bygdina ruddiliga, hann ruddar eisini slóð millum menniskju, slættar og reinsar vegin millum teirra, og sum vit vita, er eitt smíl stytsi vegur millum fólk.
Grillmeistarin bjóðaði nátturða, og ikki bara pylsur, men burgarar við øllum góðum afturvið.
Og hey! der var harmonikan løgd um hálsin á Símun Eriki, og hann legðist ikki á boðini.
Endatiltakið var eitt stórt bál, har ruskið brendi, men tá var tygara reportari farin til hús.
No comments:
Post a Comment