Sunday, August 9, 2020

Helga og Bødvar - 25 ár

 Aldarinnar brúdleyp! 


Tað var millum jóla og nýggjárs í 2017, at vit fingu at vita, at 8. august í 2020 skuldi vera ball í Eiriksgarði. Stóran kross í kalendaran.  Og fyrireikingarnar hava verið í gongd síðani. Silvurbrúdleypið var eitt vælkomst brúdleyp, og 400 fólk boðaðu frá komu síni. Bødvar smíðaði og manereraði, so at øll 400 skuldu fáa sess. Eitt stórt tjald sett upp á einum nýsmíðaðum útigólvi.

So byrjaðu avboðini at koma, ikki bara gestir, men kokkar og tónleikarar eisini. Eg hugsi, at øll hugsaðu nei, nei! hetta hava Hekga og Bødvar ikki uppiborið. Men tey sum kenna Bødvar vita, at tá ið hann hevur sagt 8. aug., so er tað 8. aug., og júst hesi bæði eru tey røttu til at taka slíkt við einum smíli, veitslan bleiv barberað og trimmað, og tey umleið 60, sum settust við búgvið borð í gjárkvøldið fingu eitt rimmarkvøld.

Silvurbrúðarparið tók ímóti á pallinum, og snapsurin var koronatryggur.

Bødvar fekk eina serliga gávu frá Johild, men so løgið tað ljóðar, tveitti hann ljósastakan í rusk. Men tað hevði sjálvandi sína søgu.


GESTIRNIR KOMA






Vælkomudrykkurin, sum børnini skipaðu fyri, var havdur við kápiltrummuborðini, sum hegnisbrúðgómurin hevur kreerað. Tað var ikki sól, men tað var heldur ikki regn, so...

Tá ið tað nú skuldi vera so, so var tað gott, at í Dali eru tey væl stødd við tónleikarar og sangarar. Fimm tónleikarar, og sangurin rungaði.  Tað er ongastaðni, at fólk eru so sanghugað sum í Dali, vit sita í tímavís og syngja. At  stórhúsmenninir hava konditión til tað! Vit vóru heppin at vera vitni til debutin hjá Jónasi, sum veitslumusikari í Dali.












Saturday, August 8, 2020

Summar í Dali 2020


Í botninum eru teir komnir í rætt, og kaffipausa er. Tað er ælaveður, men arbeiðið gongur væl við skemt og tos. 




Í Malthúsi gongur tað fyri seg! Hin altíð fúsa og arbeiðsama Johild fær tingini at henda. Eplaveltu í besta blóma. Nýggja úthurð og so dramtisk svørt hús. Flott við teirri hvítu kirkjuni í baksýni.



Bergur og gentan hjá honum Aran vóru í Putlhúsi tveir dagar. Tað eru nógv ár síðani, Bergur spældi í Dalstúni.


Altíð hugaligt at ganga gjøgnum bygdina ein góðan dag.




Thursday, July 23, 2020

I hoyna


Gott veður tríggjar dagar á rað, eitt dreymascenario fyri ein og hvønn jarðareigara. Og nógv fólk var í bønum í Dali hesar dagar.



Vitus og Turið fóru túr inn í trøðna, Maria hevði sett seg út í tún, og Elsebeth og Diana og lítli John gingu túr




Men eisini annað virksemi er í Dali, Bødvar ger klárt til tann stóra dagin. Brandur tekur torv til rættis, og Vilhelmina er farin út á pallin við hosubondunum.



Og í Toppi arbeiða teir við at byggja uppí.

Tilføj billedtekst
Turið gratulerar Martin Suna


Thursday, July 2, 2020

Summar

Tá ið sólin skínur, roynir henda gamla at ragga sær ein túr. Í hesi terrassutíð er fínt at seta seg undir veggin eina løtu at spjalla. Borghild og John hava okkurt at tríva í, sum vera man, tá ið ein hevur hús, hjall, brunn og tún at taka sær av. Altíð stuttligt at tosa við Borghild, hesa ferð tóku vit orðið "stakið" fyri. Tað vísir seg, at vit eru vaksnar upp við heilt ymiskari nýtslu av hesum orði.



Eg gekk mín túr á Hamarsenda, okey frægari enn einki.













Ikki øll sita undir veggi í hitanum, seyðamenninir fara burtur í haga, og heimamenninir eru í urtagarðinum. Róaldur steðgaði á í bræðaratúninum, og Sjúrður og hundurin eru í Endanum.










                     

Nú er rabarbutíð, Gnippa helt, at árið er ikki gott rabarbuár. Men alvakur bøur allastaðni, frøi fyri eygu og hjarta.


 

Onkur einstakur turistur, treyðugt so, hevur funnið sær veg til Dals. Men annars er tað mesta dalbingar og annars oyggjafólk. 


Í nýggjum føroyskum bundnaturriklæði, takk Borghild